Fótbóltur

Zlatan: Eg ætli mær at hvørva

Tá svenska fótbóltsstjørnan einaferð gevst við fótbóltinum, ætlar hann sær at hvørva og njóta lívið, sigur hann.

Her sæst ein smílandi Zlatan á tíðindafundi hjá svenska landsliðnum í mars (Mynd: EPA)

Her sæst ein smílandi Zlatan á tíðindafundi hjá svenska landsliðnum í mars (Mynd: EPA)

2021-09-12 09:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

39 ára gamla svenska fótbóltsstjørnan Zlatan Ibrahimovic ætlar sær at hvørva úr almanna rúminum, tá hann ein dagin gevst sum yrkisfótbóltsleikari.

Tað sigur hann við blaðið France Football.

Samstundis avdúkar AC Milan-áleyparin, at hann heldur tað vera ræðandi at hugsa um, at hann ein dagin noyðist at gevast.

– Tann dagin, tú gevst at spæla, vaknar tú um morgunin og sigur við teg sjálvan; hvat geri eg nú? Tú skalt ikki longur gera tað sama hvønn dag. Tú hevur latið upp fyri einum nýggjum kapittuli í lívinum. Og tað ræðir meg, sigur Zlatan Ibrahimovic, sum í oktober gerst 40 ár.

Hvat hann fer at fáast við, tá hann er givin við fótbóltinum veit hann ikki, og enn er hann ikki komin hartil, at tað er nakað, sum hann hugsar um, sigur hann.

Eitt er tó greitt, og tað er, at hann ætlar sær at hvørja úr almenna rúminum.

– Tá tú hevur livað í hesum heiminum, so leingi sum eg havi, so veist tú, hvat tú hevur verið ígjøgnum bæði kropsliga og sálarliga. So eg ætli mær at hvørja og njóta lívið, sigur hann.

Zlatan Ibrahimovic hevur spælt fyri fleiri stór evropeisk feløg. M.a. hevur hann spælt fyri Juventus, Barcelona, Paris Saint-Germain, og Manchester United. Í løtuni spælir hann við AC Milan, har hann eisini spældi frá 2011 til 2012. Núverandi sáttmáli hansara við AC Milan er galdandi til komandi summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder