Meinhard Egilsson Olsen skifti í vetur til norskan fóltbólt – úr B36 til Kristiansund BK sum spælir í Eliteserien í Noreg. 22-ára gamli álopskendi leikarin fór tá undir sítt annað ævintýr uttanlanda.
Meinhard - her í dysti móti Pogba og United á Ullevaal (Mynd: kristiansundbk.no)
Tíðliga í mai gjørdist Meinhard matchvinnari í tveimum dystum á rað – einum steypadysti og í einum dysti ímóti Tromsø. Síðani hava ljóspunktini tó verið heilt fá á vøllinum. Meinhard Olsen spældi í venjingardysti móti Machester United í juli, men spælitíðin hevur í høvuðsheitinum verið lítil: 11 dystir og 252 minuttir í Eliteserien. Meinhard sigur við Portalin, at tað bendir ikki á, at hann heldur fram í Kristansund, hóast ein møguleiki er fyri tí:
- Sáttmálin hjá mær við KBK gongur út 31.desember, og eg havi avtala vid felagið at vit taka eitt prát ta kappingin er lidug (seinasta umfar er nú í vikuskiftinum. Red). Tað sær tó út til at tað eru fleiri møguleikar i spæl hjá mær. At leingja her er ikki óhugsandi, men so skal eg fáa onnur signalir, enn tey eg havi fingið frá felagnum nú.
Meinhard hevur áður spælt við Vendsyssel í næstbesti donsku deildini, og hann váttar, at har er áhugi fyri honum í Skandinavia - eisini úr Føroyum. Fyri leikaran er tó lívið sum yrkisleikari, ið stendur ovast á listanum, og avgerðin um framtíðin verður tikin einaferð í komandi mánaði:
- Eg havi onnur felag í teimum flestu skandinavisku londunum, íroknað Føroyum, sum hava kontakta meg. Eyguni hjá mær eru fyrst og fremst rætta móti útlandinum og einum sáttmála sum yrkisleikari.
Meinhard spældi fyri B36 í seinnu hálvu av 2017 og alt 2018. Júst B36 hevur verið nevnt sum eitt møguligt felag, har kviki leikarin fer at spæla í 2020. Grannarnir HB og KÍ hava eisini verið sett í samband við Meinhard Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
Menningin og spælitíðin eru lyklaorðini hjá Meinhardi Egilssyni Olsen, og hann vil millum annað gera vart við seg á A-landsliðnum, har hann fekk debut fyrr í ár móti Spania:
- Mest umráðandi fyri meg er, at eg i 2020 eri eitt stað, har eg mennist, og har eg kann fáa meira spælitíð enn eg havi fingið í ár. Eg skal blíva ein meira sentralur partur av einum hópi, soleiðis at eg kann mynda dystir og koma aftur til at skora mál og gera meg galdandi undir nýggja landsliðsvenjaranum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald