Mikukvøldið skoraði Meinhard Egilsson Olsen einsamalla málið í steypadystinum hjá Kristiansund móti Herd úr fjórðbestu deildini. Í dag var talan um eitt væl sterkari mótstøðulið og ein meira dramatiskan hátt at avgera dystin uppá.
Undan dagsins dysti móti Tromsø hevði Meinhard bert leikt 21 minuttir í Eliteserien. Tað var í fyrsta umfari, tá liðið hjá føroyska kantleikaranum tapti fyri Viking. Síðani hevur 22-ára gamli leikarin verið uttanfyri hópin ella sitið á bonkinum. Í dag fekk hann møguleikan - í ein minutt. Hetta var alt, ið Meinhard Olsen skuldi brúka. Heimaliðið var ein leikari í yvirtalið og trýsti liðið úr Norðurnorra, tá Meinhard í 95.minutti kom á vøllin. Hann tók beinanvegin av; ein bóltur varð lagdur innfyri og síðani av til kvika, sterka og skotkringa føroyska leikaran, ið av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin flatt niður í vinstra málhornið við høgra beininum.
Tað var leikarin við 16-talinum á rygginum, ið leikarar á heimaliðnum og áskoðarnir kundu fagna. Meinhard skoraði í kvøld sítt fyrsta mál í fremstu norsku deildini, og hann syrgdi fyri, at Kristiansund nú hevur 10 stig fyr sjey dystir og er á 5. plássi.
Hjá hinum føroyinginum í Eliteserien gekk tíverri minni væl. Gilli Rólantsson varð útskiftur miðskeiðis í seinna hálvleiki í 1-0 ósigrinum hjá Brann á heimavølli fyri Ranheim.
Fótbóltur
Meinhard aftur matchvinnari fyri Kristiansund
Hann skuldi bara brúka ein minutt til at avgera dystin móti Tromsø; Meinhard E. Olsen skoraði til 1-0 í 96. minutti.
Meinhard Olsen, her til landsliðsvenjing (Mynd: Sverri Egholm)
2019-05-05 20:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald