Fótbóltur

- Hugsaði ongantíð "uha, hetta er United"

Tað sigur føroyski leikarin hjá Kristiansund, Meinhard Olsen, sum í gjár spældi serstakan venjingardyst. Hann sigur annars, at tíðin í felagnum higartil hevur verið strævin og mennandi.

Meinhard Olsen - hann og Paul Pogba komu báðir inn í 2. hálvleiki 
(Mynd: kristiansundbk.no)

Meinhard Olsen - hann og Paul Pogba komu báðir inn í 2. hálvleiki (Mynd: kristiansundbk.no)

2019-07-31 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var stórhending í Noreg, tá Ole Gunnar Solskjær var á vitjan við hansara Manchester United-liðið. Á fullsetta tjóðarleikvøllinum í Oslo, Ullevaal tekur áleið 28.000 áskoðarar, hittust United og Kristiansund. 

[object Object]
(Ole Gunnar og Elijah Solskjær á útskiftingarbonkinum hjá Manchester United - Mynd: kristiansundbk.no)

[object Object]
(3x Solskjær á Ullevaal - Mynd: kristiansundbk.no)

Solskjær er føddur í Kristiansund, og meðan yngri sonurin, Elijah, sat saman við norska venjaranum á bonkinum allan dystin, kom eldri sonur hansara, Noah, inn til sína fyrsta vaksnamannadyst fyri Kristiansund. Hetta var seint í dystinum; stórar tjúgu minuttir eftir at Meinhard Egilsson Olsen kom inn.

22-ára gamli føroyski landsliðsleikarin sigur soleiðis um dystin í gjár:  

- Tað var sjálvandi ein stór uppliving, men eg hugsaði ikki nakrantíð: "Wauw". Tá dysturin er í gongd, so spælir tú bara, óansæð hvør stendur á hinari síðuni

Meinhard spældi áleið 25 minuttir ímóti enska stórfelagnum: 

- Tad gekk okay; tað eydnaðist við onkrum støðum hjá mær. Sum heild høvdu vit tó bóltin lítið.

[object Object]
(Juan Mata vinnur her brotsspark fyri United - eitt brotsspark ið spaniólin sjálvur umsetti til mál - Mynd: kristiansundbk.no)

Hóast stóra yvirvág til United, so gingu heili 93 minuttir áðrenn hol kom á. Tað var Juan Mata, ið við brotssparki avgjørdi dystin. Harvið hevur liðið hjá Solskjær vunnið allar sínar fimm venjingardystir í summar.

Meinhard Egilson Olsen kom til Noreg at spæla í vetur. Hann hevur leikt fimm dystir í Eliteseriuni og skorað eitt mál. Harvið hevur tað ikki verið talan um so nógva spælitíð hjá Meinhardi, ið roynir at gera nakað eyka og verða til reiðar, tá hann fær møguleikan: 

- Tað hevur higartil verið eitt strævið og mennandi ár har. Eg havi sitið nógv uttanfyri; havi verið noyddur til at brynja meg vid toli og so bara vant eyka hart, og roynt at tikið møguleikararnar tá teir eru komnir. Eg havi bert sáttmála við Kristiansund árið út, so fyri mín part má eg bara koyra á, og so taka tað harfrá. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder