Jørgen Nielsen er 20 ára gamal og telist millum størstu talentini í føroyskum mansfótbólti. Sambært FaroeSoccer, so hevur hann spælt 10 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi, uppá tvørs av øllum kappingum, liðið hevur luttikið í, hetta kappingarárið.
Samanlagt hevur Jørgen Nielsen spælt umleið tveir tímar í øllum trimum dystunum hjá Víkingi í Conference League, hetta summarið. Teir fyrstu tveir vóru móti FK Liepaja og tann triðji var í farnu viku, tá Víkingur tapti 4-1 í fyrru uppgerðini, móti KAA Gent.
Tað var longu í 13. minutti, at ungi glyvramaðurin legði Víking á odda ímóti KAA Gent, niðri í Belgia. Hetta var einsamalla málið hjá gestunum úr Gøtu.
- Vit skora nærum hvønn dyst
Tá vit spyrja unga áleyparan, hvussu hann sær uppá uppgávuna móti KAA Gent við Djúpumýru í morgin, er hann bjartskygdur.
- Vit vóna og trúgva sjálvandi fult og fast uppá, at vit aftur í morgin skora mál. Vit skora sum so hvønn dyst, sigur ein smílandi og jaligur Jørgen.
Sum einstaklingur er tað sjálvandi mennandi at skora mál, men tað sum hevur týdningin í heildarmyndini, er hvussu liðið spælir og hvussu nógv liðið fær burturúr. Her er tað eisini, at hugburðurin hjá Jørgen er. Tað hoyra vit, tá vit spyrja hann um einmansavrik hansara og hann heldur vil tosa um liðið.
Er tað nakað sum tú hugsar, at tú persónliga skalt gera betur í morgin?
- Vit vóna at vit klára at halda betur uppá bóltin, tá hann verður spældur niðan - hetta er fyri at leikararnir afturi á vøllinum fáa tíð at koma niðan á vøllin og skapa møguleikar, sigur Jørgen Nielsen við Portalin.
Í Víkinga-leguni siga Jørgen og liðfelagar hansara, at teir síggja allir fram til uppgávuna. Lagið er serdeilis gott hjá víkingunum og fyrireikingarnar eru í hæddini.
Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 01.08
19 00: Víkingur - KAA Gent (1-4)
Sí eisini:
Myndir: Víkingarnir trúgva at teir kunnu gera ein vørr
Ólavur: - Eingin keyla fór í vindinum - vit fyrireika okkum væl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald