Fótbóltur

Myndir: Víkingarnir trúgva at teir kunnu gera ein vørr

Hóast Víkingur er aftanfyri áðrenn dystarbyrjan, eftir at KAA Gent vann 4-1 í fyrru uppgerðini, eru teir bjartskygdir í Víkinga-leguni. Hýrurin er góður til MD-1 venjing í Sarpugerði í kvøld.

Tiltikna upphitingin 'brummus' er eisini ein partur av upphitingini hjá Víkingi. (Mynd: Áron Vest)

Tiltikna upphitingin 'brummus' er eisini ein partur av upphitingini hjá Víkingi. (Mynd: Áron Vest)

2024-07-31 19:40 Author image
Áron Vest
placeholder

Tað er gott og stilt veður í Sarpugerði hetta dýrdarkenda mikukvøldið. Besta- og næstbesta mansliðið hjá Víkingi venur á hvør sínari hálvu, og lagið á spælarunum er gott.

Tað eru umleið 15 mans til venjing, har besta mansliðið venur. Millum hinar, á næstbesta mansliðnum, eru millum annað Rani Hansen, Óla Kristian Skála Jacobsen og Martin Klein Joensen. Teir hava enn ikki havt stórvegis leiklut í evropasummarinum hjá Víkingi, men hava spælt sínar leiklutir í landskappingini annars.

Myndir: Áron Vest

Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 01.08
19 00: Víkingur - KAA Gent (1-4)

Les eisini: Gent nær við at geva Víkingi mønustingin

Meira tilfar úr legunum hjá liðunum seinni í dag og í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder