Víkingarnir fingu sama úrslit á útivølli í sum KÍ. Eitt 4-1 tap móti liði, sum heilt vist kann teljast sum ein mótstøða at teimum heilt stóru.
Nú fyrireikar Víkingur til at fyrireika seg til returdystin við Djúpumýru í annaðkvøld. Tann dysturin byrjar klokkan 19.
Væntaðu og vænta at verja stóran part av dystinum
Ólavur Mikkelsen, hjálparvenjari, ásannar at áðrenn fyrra dystin, so høvdu teir fyrireika seg uppá at skula verja stóran part av dystinum. Hann er væl nøgdur við fyrireikingarnar til bæði fyrra dystin og til dystin í annaðkvøld.
- Vit vísa tó góðar dygdir í dystinum og spæla væl. Vit koma framum og halda spælinum javnt inn ein tími var farin. Tá 20 minuttir eru eftir, so missa vit eitt sindur takið og teir skorað til 3-1, sigur hjálparvenjarin.
Eisini sigur ungi venjarin, at hóast KAA Gent í fyrru uppgerðini hevði nakað av yvirvág, so skapti belgiska liðið ikki heilt stóru málmøguleikarnir. Tað sást tí á spælinum, at liðið úr Eysturkommuni saktans kann vísa tenn og glepsa at mótstøðuliðnum.
Videofundir og restitutión
Í Sarpugerði er venjingar-setuppið stórt og nógv venjingaramboð eru frammi.
Ólavur sigur, at vit í kvøld hava rakt ein serstakan dag, tí enn er ongin keyla farin við vindinum.
Eftir taktisku venjingina í kvøld hevur liðið videofund, har teir fara at hyggja eftir alt frá deyðbóltsstøðum, og hvussu teir best kunnu stilla seg á vøllinum.
At enda leggur Ólavur afturat, at hann vónar, at leikararnir klára at hvíla seg væl í morgin, so at beinini eru so frísk sum møguligt til dyst.
Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 01.08
19 00: Víkingur - KAA Gent (1-4)
Sí eisini:
Gent nær við at geva Víkingi mønustingin
Myndir: Víkingarnir trúgva at teir kunnu gera ein vørr
Meira tilfar úr legunum hjá liðunum seinni í dag og í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald