2024-01-02 16:18
- Fyrst og fremst vil eg siga, at eg havi eina ótrúliga góða kenslu beint nú. Eg havi altíð havt ein dreym um at vera við til at byggja nakað serstakt upp í heimstaðnum.
Soleiðis byrjar Gilli Rólantsson Sørensen eitt skriv, sum hann hevur deilt á sosialu miðlunum seinnapartin.
Í desember gingu søgur um, at Gilli aftur fór at venda aftur til TB. Hann og Vejle Boldklub slitu eisini samstarvið fyri tíð, og gamlárskvøld kundi TB so avdúka eina nýggjársgávu fyri sínum fjepparum. Spælarin sjálvur vildi á ymsan hátt ikki fara úr TB aftur í summar:
Í desember gingu søgur um, at Gilli aftur fór at venda aftur til TB. Hann og Vejle Boldklub slitu eisini samstarvið fyri tíð, og gamlárskvøld kundi TB so avdúka eina nýggjársgávu fyri sínum fjepparum. Spælarin sjálvur vildi á ymsan hátt ikki fara úr TB aftur í summar:
- Satt at siga vildi eg ongantíð avstað í summar, tí alt gekk so væl her heima. Felagsskapurin var so góður, og á vøllinum gekk bara heilt væl. Men eg kendi á mær, at eg noyddist út at royna meg, tá møguleikin at fara til Vejle uppstóð. Nú havi eg so onkursvegna fingið tað úr systeminum, og eg veit, at tað at koma heim at spæla við TB er tað rætta fyri meg.
31-ára gamli bakkurin hevur drúgvar yrkisroyndir og 65 A-landsdystir. Tí gevur hann nakað burtur við at koma aftur til Trongisvágs - millum annað missir Gilli allarhelst møguleikan at spæla á landsliðnum í 2024, tí hann fer at spæla í 1. deild. Spælain sjálvir sær tó aðrar møguleikar:
- Eg kundi havt hildið á at spælt úti í heimi og so komið heim aftur um eini 5 ár og næstan verið klárur at stillað skógvarnar á hillina. Men í staðin fyri vil eg koma heim til barndómsfelagið í besta aldri.
Men hvat er so málið hjá Gilla Rólantssyni og TB?
Men hvat er so málið hjá Gilla Rólantssyni og TB?
- Vónin er heilt greitt tann, at okur tey næstu árini kunnu byggja okkurt gott upp saman, tí her er nógv potentiali. Eg ætli mær at koma heim og geva alt tað, ið eg kann, og vónandi fara øll at standa saman um hetta nýggja projektið, sum leiðslan í TB er í ferð við at seta saman.
Gilli Rólantsson Sørensen var við at vinna TB nógv stig í fyrru hálvu í 2023, men liðið vann ongan dyst eftir summarsteðgin og flutti niður úr Betrideildini.
Gilli skal vera lyklaleikari í tilgongdini at fáa TB upp í Betrideildina aftur og byggja nakað við haldføri upp (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald