Á seinasta degi áðrenn flytingarvindeygað lat aftur í mars, skrivaði Gilli Rólantsson Sørensen sáttmála við TB. Ætlanin var, at hann skuldi spæla við barndómsfelagnum til í minsta lagi summarsteðgin.
Tað var eisini tað, sum hendi. Gilli spældi 13 dystir fyri TB teir tríggjar mánaðirnar, tvøramaðurin var í svørtum og hvítum aftur. Samanlagt fekk TB 15 av sínum 16 stigunum í Betrideildini, meðan maðurin við 65 A-landsdystum var í hópinum.
31-ára gamli bakkurin tók sum væntað nøkur stig upp í summar. Í seinnu hálvu hevur Gilli Rólantsson spælt nakrar dystir Superliguni við Vejle. Samstarvið við danska felagið hilnaðist tó ikki heilt sum ætlað, og partanir vórðu samdir um at slíta stutt undan jólum.
Sí eisini: Gilli og Vejle hava slitið samstarvið
Hetta lat hurðina upp fyri nøkrum nýggjum - ella gomlum og kendum. TB skrivar soleiðis á sínari síðu í kvøld.
- Í dag, gamlaárskvøld, líta okur frameftir og vóna, at tað nýggja árið hevur nógv gott at bjóða. Hetta er eisini galdandi fyri okum í Tvøroyrar Bóltfelag, og í hesum sambandi hava okur góð tíðindi at deila við tykum. Okur kunnu avdúka, at ein lokalur leikari kemur heim aftur og hevur undirskrivað ein søguligan 5-ára sáttmála við barndómsfelagið. Hesin er ongin annar enn okra egni Gilli Rólantsson Sørensen.
Andre Dalfoss og Gilli Rólantsson Sørensen í samband við at langtíðarsáttmálin er undirskrivaður (Mynd: Tvøroyrar Bóltfelag)
Sum vit skrivaðu 20. desember, so hava søgur gingið um, at møguleiki er fyri, at Gilli Rólantsson Sørensen fór at venda aftur til barndómsfelagið. Tað hevði Portalurin fingið upplýst frá nøkrum keldum, tað hevur verið frammi í Fótbóltsprátinum í Kringvarpinum og á bolt.fo.
Nú eru tíðindini váttað, og sambært Tvøroyrar Bóltfelag er hetta partur langtíðarætlan fyri felagið: Tá er tað sera týdningarmikið, at man fær eina fyrimynd, sum kann ganga fremst, og TB fegnast um, at lokali spælarin kemur aftur til hetta - tað verður skýrt eitt "satt kupp"
- Gilli hevur roynt tað mesta, ið roynast kann í fótbólti. Hann fór heilt ungur at leika við ungdómsliðnum hjá Aberdeen FC, hann hevur spælt í bestu deildunum í Føroyum, Danmark og Noregi, og hann hevur leikt ikki færri enn 66 landsdystir fyri føroyska landsliðið (...) Hann er ein leikari, ið motiverar og gevur íblástur, og harumframt hevur hann sera nógvar royndir og rætta hugburðin.
Hetta eru virði, sum okur í TB meta samsvara sera væl við ta langtíðarætlan og tær visjónir, ið okur ætla at fremja í verki.
TB skrivar, at um tað røkkur til uppflyting næsta ár so ongantíð betur. Harvið er júst hetta ikki so nógv í miðdeplinum - tað er menningin við Stóra. Har er ætlanin, at Gilli Rólantsson Sørensen skal spæla stóran leiklut.
Tað at 31-ára gamli profilurin nú vendir aftur til TB, ávirkar allarhelst hansara landsliðsleið. Á vetri í fjør staðfesti Håkan Ericson, í samband við Klæmint Andrasson Olsen og at NSÍ var flutt niður, at man ikki kundi spæla fast í næstbestu deildini og samstundis spæla á føroyska landsliðnum.
Gilli til landsliðsvenjing - spurningurin er, um landsliðsvenjarin fer at gera nakað øðrvísi, í mun til hansara útsagnir um tað at spæla í 1. deild (Mynd: Sverri Egholm)
Sí longri samrøðu sum Portalurin gjørdi við Gilla stutt eftir at skifti varð kunngjørt her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald