Hóast Jóhan á Plógv Hansen ikki verður at síggja á vøllinum í finaluni millum Danmark og Noreg, so er hann framvegis knýttur at liðnum. Fær Danmark gullið, so fara vit at síggja Jóhan fegnast saman við hinum leikarunum á danska liðnum.
Tað segði føroyski høgra vongurin Jóhan á Plógv Hansen við útvarpið fyrr í dag. At hann slapp við til HM-endaspælið kom óvæntað, og hetta hevur verið stórt, sigur hann.
Les eisini: Avgjørt: Ævintýrið hjá Jóhan á Plógv er av
- Bara at hava verið við, er uttan iva tað størsta eg havi upplivað í mínari yrkisleið, og á heimavølli frammanfyri 15.000 áskoðarum, sum rópa og skrýggja navnið hjá einum hevur uttan iva verið tað størsta, sigur Jóhan á Plógv Hansen við útvarpið.
- Tað er ikki stuttligt at ikki sleppa at spæla í finaluni, men eg skilji væl, at hann (Nikolaj Jacobsen, venjari, red.), hevur tikið avgerðina at skifta meg útaftur.
- Eg havi verið við í átta dystum, og tað eru átta dystir meira enn eg hevði roknað við.
Men 24 ára gamli havnamaðurin ætlar ikki at steðga her.
- Tá man hevur upplivað nakað sum man heldur er stuttligt, so vil man gera meira v tí. Og hetta hevur verið tað størsta eg havi upplivað í mínari yrkisleið sum hondbóltsspælari. So eg fari at gera alt sum eg kann fyri at vera við fleiri ferðir afturat, sigur Jóhan á Plógv Hansen við útvarpið.
Danmark og Noreg spæla HM-finalu klokkan 16:30. Bæði DR 1 og TV 2 vísa dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald