Tá HB í kvøld skal spæla avgerandi Europa League-dystin ímóti Linfield, verður ein nýggjur maður ímillum stengurnar.
Les eisini: Teitur verður ikki við
Landsliðsmálverjin og ársins málverji í fjør er ikki við. Teitur Matras Gestsson er heima í Føroyum, av tí at unnustan og hann vænta sítt barn nummar tvey. Teitur hevur verið fyrsti málverji hjá HB í átta ár. Eykamálverji hjá honum allar dystirnar í ár, tað allarmesta av 2018, og helvtina av 2017 hevur verið Bjarti Vitalis Mørk. Nú bendir alt á, at 18-ára gamli maðurin sleppur at royna seg:
- Man sigur ofta, at málverjarar fáa teirra gjøgnumbrot seinni enn útileikarar, so eg gleði meg bara at spæla ein so týdningarmiklan, stóran og stuttligan dyst.
Bjarti er greiður yvir, at hann avloysir ein sera góðan málverja, men hann kennir seg sera væl fyrireikaðan til spennandi uppgávuna í Belfast:
- At fylla so stóra skógvar sum teir hjá Teiti verður ein torfør uppgáva, men eg gleði meg og fari at gera mítt besta. So mugu vit síggja, hvar tað røkkur. Eg havi vita í eina tíð nú, at tað var ivamál um Teitur fór at vera tøkur til hendan dystin, so eg havi fyrireika meg í nakrar vikur, serliga mentalt. Nú hava vit fingið tær seinastu avtalurnar uppá pláss, so eg føli meg 100% til reiðar til uppgávuna.
(Mynd: Havnar Bóltfelag)
Bjarti Vitalis Mørk vísti á ungum árum dygdir sum málverji: millum annað í ungdómsdeildini hjá FCK. Seinastu smáu fimm árini hevur hann ment seg í HB, har ungi maðurin millum annað hevur leikt 24 dystir í 1. deild. Á heysti í fjør fekk hann sum 17-ára gamla sína debut í Betrideildini á Skála. Bjarti setur orð á, hvat hann skal gera rætt í leiklutinum í morgin:
- Eg skal halda tær avtalur, sum vit hava viðvíkjandi uppspæli og verjustøðu og vónandi forða teimum í at skora. Eg haldi ikki, at eg skal broyta mín spælistíl ov nógv. Eg havi mínar dygdir, og Teitur hevur sínar, so eg skal bara spæla mítt spæl, so skal tað nokk ganga.
Les eisini: Heilt ymiskar fyritreytir hjá KÍ og HB
Yvir 15 ungdómslandsdystir fyri Føroyar, millum eina til EM fyri U17 í 2017, hava brynjað Bjarta Mørk nakað til uppgávuna, men tað er sambært málverjanum eingin ivi um, at hetta er hansara higartil størsta uppgáva:
- Eg havi spælt nógvar U-landsdystir, so eg havi roynt hendan spenningin, sum man fær áðrenn ein stóran dyst. Hetta er tó avgjørt tann størsti dysturin, ið eg havi verið við til. Eg eri spentur og gleði meg sera nógv.
Adrian: - Koma heilt sikkurt víðari um allir spæla upp til sítt besta
Bjarti sá allan dystin ímóti Linfield í Gundadali frá bonkinum. Har endaði tað við 2-2 javnleiki, hóast stóra yvirvág til heimaliðið; serliga hvat málmøguleikum viðvíkur. Harvið er alt opið undan dystinum í morgin, og vit spyrja at enda Bjarta Vitalis Mørk, hvat skal til fyri at HB skal koma víðari:
- Vit skulu halda okkum til okkara avtalur og ikki fella í fátt og tillaga okkum eftir teirra leikhátti. Vit sóu í fyrsta dystinum, at vit væl kunnu spæla upp ímóti hesum liðnum, men tað verður uttan iva ein stór uppgáva, og vit mugu avrika avbera væl.
HB og Linfield spæla í kvøld klokkan 19.45.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald