Í nýggjum tátti seta vit ítróttarfólki fimm spurningar. Her rundanum jólini tosa vit við fleiri íðkarar.
Kjartan Johansen, Stavanger (uppvaksin á Strondum)
17/04-96
Hondbólt (Viking Stavanger og Føroyar)
1. Hvat er tað, sum er serliga gott við hondbólti?
- Tað sosiala og tað at tað er innandura
2. Hvørja ítrottargrein hevði tú gjørt, um tú ikki spældi hondbólt?
- So hevði eg nokk spælt fótbólt - eg spældi fótbólt til eg bleiv 16 ár
3. Størsta løtan hjá tær sum ítrottarfólk?
- Tá vit á heimavølli spældu okkum til HM fyri U21 landslið
4. Hvussu nógv fyllur ítrotturin á jólum?
Eg brùki nógva tìð uppá hondbólt um jólini. Vit hava sum oftast venjingar við landsliðinum og annars venji eg sjálvur, tá vit ikki hava felags venjingar
5. Hvussu heldur tú annars jól?
Tađ er ymiskt frá ár til ár. Eg havi tvær systrar sum bùgva í Danmark, og í ár haldi eg jól ì Aalborg
Les eisini: Bára Krossteig Hansen: - Kanska eg renni ein eyka túr eftir allar jóladøgurðarnar og karamellurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald