Fótbóltur

DBU: Landsdysturin í Herning helst avlýstur

Danskur fótbóltur verður niðurlagdur í tvær vikur. Ætlanin er eisini at avlýsa landsdystin millum Føroyar og Danmark - UEFA skal góðkenna hetta.

2020-03-12 11:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður so at siga eingin fótbóltur í Danmark komandi tvær vikurnar - í øllum førum í hægstu deildunum hjá monnum og kvinnum og hægstu ungdómsdeildunum. Hetta hevur Dansk Boldspil Union nú váttað.

Hetta ávirkar millum annað Superligaina, har næstu tvey umførini eru útsett. Eisini bendir alt nú á, at venjingardystirnir hjá A-landsliðnum 27. og 31. mars verða avlýstir.

Tað er ímóti ávikavist Føroyum á heimavølli og Onglandi á útivølli. Hetta skal góðkennast av UEFA, áðrenn tað kemur endaliga uppá pláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder