Fótbóltur

– Eg eri takksamur og errin

Á tíðindafundi seinnapartin setti liðskiparin á danska fótbóltslandsliðnum, Simon Kjær fyri fyrstu ferð orð á hendingina farna leygarkvøld, tá Christian Eriksen small um á vøllinum.

Simon Kjær í dystinum millum Danmark og Belgia hóskvøldið (Mynd: EPA)

Simon Kjær í dystinum millum Danmark og Belgia hóskvøldið (Mynd: EPA)

2021-06-20 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á tíðindafundi hjá danska fótbóltslandslandsliðnum í dag, setti liðskiparin Simon Kjær fyri fyrstu ferð orð á hendingina farna leygardag, har hann var við til at bjarga lívið hjá liðfelaganum og vinmanninum Christian Eriksen.

Farna vikuskifti, tá danski landsliðsleikarin Christian Eriksen small um á vøllinum í dystinum móti Finnlandi, var tað Simon Kjær, sum var fyrstur hjá honum.

Hann syrgdi m.a. fyri, at Christian Eriksen ikki svølgdi tunguna og kvaldist, og var tað eisini hann, sum var við til at samskipa, at hinir leikarnir stillaðu seg rundanum liðfelagan, meðan hann fekk lívbjargandi fyrstuhjálp. Hann kom eisini og troystaði unnustuna hjá Christian Eriksen, Sabrina Kvist, tá hon kom út á vøllin stutt aftaná.

Simon Kjær hevur fingið nógva viðurkenning úr øllum heiminum fyri, hvussu hann handfór støðuna, og er hann sera takksomur fyri stuðulin, segði hann sambært TV2.

Les eisini: Vilja hava Simon Kjær til liðskipara hjá AC Milan

– Eg havi verið ómetaliga takksamur fyri allan tann stuðulin, eg havi fingið. Tað hevur verið eitt okay stað hjá mær at vera, heruppi í hópinum við øllum teimum fantastisku liðfelagunum, segði hann á tíðindafundinum áðrenn dystin móti Russlandi, sum verður í annaðkvøld klokkan átta.

Millum annað málmaðurin Kasper Schmeichel hevði verið ein stórur stuðul, helt Simon Kjær.

– Soleiðis sum eg reageraði, reageraðu Kasper og hinir eisini – sum ein eind. Tað er stórt at hyggja aftur á, og eg eri takksamur og errin um tann mátan vit handfóru alt. Okkara samanhald hevur verið grundleggjandi fyri okkum. Tað er eitt kvøld, vit ongantíð fara at gloyma.

Eisini legði Simon Kjær afturat, at teir allir eru takksamir fyri, at Christian Eriksen hevur tað gott, og skal hann nú hava tíð at koma fyri seg aftur.

– Hann er hjá familju sínari nú, og skal hann ígjøgnum eina drúgva tilgongd, so tí ynski eg eisini, at hann fær ta tíðina, sum skal til. Tað skal mann virða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder