- Sum eg segði, tá eg tosaði við tykkum eftir dystin í Klaksvík, so er tað so, at um vil, so kann man alt. Soleiðis var tað hjá okkum í Ungarn. Vit vóru eirindaleysir. Vit góvu alt, sum vit kundu, taktikkurin eydnaðist væl, og vit spældu bara ekstremt væl.
Soleiðis setur Børge Petersen orð á, hvat lá aftanfyri sterka KÍ-avrikið og 3-0 sigurin í Budapest mikukvøldið. Portalurin hitti hann eftir venjingina hjá KÍ í gjár, og vísti verujuspælarin til samrøðuna, ið vit høvdu við hann eftir málleysa javnleikin í fyrra dystinum móti Ferencvárosi.
Sí eisini:
Børge: - Man klárar alt um man vil
Úrslitið í Ungarn vekir undran
Nú er bragdið í Budapest lagt í viðføri, og Børge og hinir í KÍ-hópinum hyggja fram móti truplu uppgávuna móti BK Häcken, ið er svenskur meistari og mitt í sínum kappingarári.
- Tað er eitt nógv meira tekniskt lið, sum spælir skjóari móti Ferencváros. Teir spældu meira "tungan fótbólt", og vóru eisini akkurat komnir frá "pre-season". Häcken er mitt í kappingarárinum, er í toppform, og talan er um eitt gott lið - eingin ivi um tað. Vit skulu lesa eitt sindur meira uppá teir, men annars skulu vit gera nøkulunda tað sama sum móti Ferencváros.
Ein fyrimunur fyri KÍ til uppgávuna í 2. umfari í Champions League kann í fyrstu syftu vera heimavøllurin. Hann er vælhóskaður til lið, sum er í leiklutinum sum undirtippað, og tað er útselt til dystin mikukvøldið
- Tað er altíð gott at spæla við Djúpumýru, og tá tað nú verður fullsett og ein slíkur dystur, so ger tað, tað bara betur, staðfestir Børge Petersen.
Sí eisini:
Video: Stórfingin móttøka av KÍ við Borðoyavík
Jákup Biskopstø Andreasen: Síðsta samdøgrið hevur verið løgið og kensluborið
21-ára gamli klaksvíkingurin hevur gjørt vart við seg á millum annað U21-landsliðnum, men hevur seinastu árini staðið í skugganum av sterkum og royndum miðverjum í KÍ. Seinastu dystirnar hevur liðið spælt við trimum miðverjum, og Børge Petersen hevur spælt 90 minuttir móti HB og tvær ferðir móti Ferencvárosi - einki mál er farið ígjøgnum. Hvussu kann ungi maðurin vísa seg so væl fram í slíkum stórum dystum nú:
- Tað er bara doyligt at sleppa at spæla. Eg kenni mínar dygdir - og eisini hvørjir mínir veikleikar eru - og spæli mítt spæl og koyri á uttan at hugsa alt ov nógv um, hvørjum eg spæli ímóti o.s.fr.
KÍ og BK Häcken úr Svøríki spæla fyrra dystin í 2. umfari í Champions League við Djúpumýrar mikukvøldið klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald