Fótbóltur

Úrslitið í Ungarn vekir undran

Áskoðarnir hjá heimaliðnum vóru ógvuliga ónøgdir, men vístu eisini KÍ virðing. Lokalu miðlarnir slakta Ferencvárosi, og kring Evropa vekir føroyski sigurin ans.

Nærum skelkaðir KÍ-spælarar, eftir at bólturin sníkti seg í ungarska málið til 3-0. Úrslitið hetta kvøldið í Budapest hevur veruliga eisini loypt hvøkk á kring Evropa

Nærum skelkaðir KÍ-spælarar, eftir at bólturin sníkti seg í ungarska málið til 3-0. Úrslitið hetta kvøldið í Budapest hevur veruliga eisini loypt hvøkk á kring Evropa

2023-07-21 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At KÍ mikukvøldið vann 3-0 á útivølli móti ungarska stórfelagnum Ferencvárosi er ikki farið aftur við borðinum. Sjálvandi ikki her í Føroyum og serliga ikki millum norðoyingar. Tá slík úrslit henda í Champions League vekir tað tó eisini ans í nógvum londum.

Ikki óvæntað gera norsku miðlarnir nógv burturúr. KÍ hevur kendan norskan høvuðsvenjara, umframt kendan norskan hjálparvenjara og fleiri spælarar úr Noreg. Stóri miðilin VG skrivar um risaavrikið hjá "norska KÍ Klaksvík", og í Svøríki er eisini stórur áhugi. KÍ skal spæla móti svensku meistarunum, BK Häcken, í 2. umfari, og í Göteborgs-Posten verður skrivað um skelkin í Ungarn og dreymamótstøðu, tó at analytikarin hjá Häcken staðfestir, at talan verður um trupla uppgávu móti føroyska liðnum 

Ritzau hevur skrivað um dystin, og tað hava stóru donsku miðlarnir margfalda. Fótbóltssíðan bold.dk hevur gjørt eitt sindur burturúr - og íslendska Morgunblaðið skrivar um "svakliga føroyska stórúrslitið í Budapest".

Tað er ikki bara í Norðanlondum, at ljós verður varpað á sigurin hjá føroyameistarunum. Tað kann millum annað lesast á týskum og fronskum og eisini á sponskum um stóra vónbrotið hjá Ferencvárosi. 

(Til ber at lesa meira um hvat ymisku útlendsku miðlarnir skriva við at trýsta á tað við reyðum ymsastaðni)

Vánaligasta avrikið nakrantíð - áskoðarnir skiftu síðu

Tað er eisini nógva aðrastaðni, at skrivað verður um mest óvæntaða úrslitið í Champions League í vikuni, og eisini á ymsum sosialu miðlunum er KÍ vælumtókt. Hinvegin eru nógvir ungarar, ið harðliga finnast at avrikinum hjá Ferencváros.

Miðlarnir í Ungarn eru heldur ikki mjúkir. Vit hava hugt eitt sindur uppá okkurt og tosað við onkran ungara. Í høvuðsheitinum er ikki nakað jaligt um størsta fótbóltsfelag í landinum hesa vikuna. Summir ungarar vilja verða við, at kappingarárið hjá Ferencváros so at siga longu er av, og meðan hetta er eitt tað størsta í føroyskari fótbóltssøgu, so verður heimadysturin móti KÍ og avrikið sum heild mett sum kanska tað daprasta í søgu felagsins - "vánaligasti dysturin nakrantíð"

Sí eisini: 
Jákup Biskopstø Andreasen: Síðsta samdøgrið hevur verið løgið og kensluborið
Árni Frederiksberg: - Helst tað størsta eg havi upplivað sum fótbóltsspælari

Teir allarflestu av áskoðarunum í Ungarn gjørdi tað, sum fjepparar í hasum økinum kunnu finna uppá: Venda sínum liði bakið fyribils. Tað gjørdi nógvir heilt bókstaviliga móti endanum. Sungið var móti heimaliðnum, spælararnir hjá teimum fingu buh'róp, tá teir høvdu bóltin og eftir seinasta bríksl, meðan teir í bláum vórðu fagnaðir: Standadi lógvabrestir og heiðursrunda og undran og virðing frá ungarum og øðrum eftir dystin fyri "hálv-amatørunum".

Venjarin, sum leiddi Russland til fjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum á heimavølli í 2018, varð sagdur úr starvi mikukvøldið. Stanislav Cherchesov skal finna nýtt starv, Ferencvárosi skal spæla í Conference League næstu vikurnar, meðan KÍ fer at royna at leingja ævintýrið í Champions League. Eydnast tað ikki, fáa føroyameistararnir tveir nýggjar møguleikar at røkka einum bólkaspæli.

UEFA Champions League, 2. umfar - fyrri dysturin
Mikudagin 26. juli, Við Djúpumýrar
KÍ - BK Häcken (Svøríki)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder