Fótbóltur

- Eg vóni at sleppa út um Skandinavia at spæla

Tíðin hjá Gilla Rólantssyni í Brann Bergen er av eftir beint yvir fýra ár og 111 dystir. Nú leitar 28-ára gamli tvøramaðurin og landsliðsleikarin eftir nýggjum møguleikum uttanfyri landoddunum.

Gilli, her í landsdysti, sigur við Portalin, at fótbóltsframtíð hansara við 100 prosent vissu liggur uttanlanda (Mynd: Sverri Egholm)

Gilli, her í landsdysti, sigur við Portalin, at fótbóltsframtíð hansara við 100 prosent vissu liggur uttanlanda (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-20 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin spældi hann 90 minuttir í 1-1 javnleikinum móti Start, og í gjár takkaði Gilli Rólantsson Sørensen fyri seg í Brann Bergen. Hann legði fylgjandi boð út á sosialu miðlarnar.

- Jeg har en følelse av ubetinget takknemlighet for en uforglemmelig tid i Bergen, hvor alle har tatt imot meg med åpne armer. Jeg har prøvd å gi alt for klubben og byen hver eneste dag, og det har vært et privilegie å få lov til å være en del af denne flotte klubben. Til alle spillere, trenere, ledere, fans, samt alle som har vært en del av Brann - takk for en fantastisk tid. Hold hodet høyt, og fortsett å tro på at det beste fortsatt ligger foran os.

4,5 år - 111 kamper og mange andre fantastiske minner, oppturer som nedturer, tar jeg med meg videre nå! Tusen hjertelig takk alle.

[object Object]Gilli sigur millum annað, at tað hevur verið ein framíhjárættur at spæla fyri "hetta fantastiska felagið"

Landsliðsleikarin hevur havt fleiri góðar løtur í reyðu blusuni, millum annað tá hann skoraði móti Rosenborg, og nøkur tíðarskeið við fastari spælitíð á vonginum. Men tað hava sum vera man eisini verið tungar løtur. Í ár hevur tvøramaðurin bert spælt 13 dystir samanlagt fyri Brann. Hann varð smittaður av koronu í august, og hetta órógvaði sjálvandi. Gilli fekk tó umboðað Førouar í seks dystum seint í

heyst og hevur nú leikt 41 A-landsdystir.

Sí eisini: - Tungt ár í Brann (samrøða við Gilla tá landsliðið var savnað í oktober)

Gilli Rólantsson er nú 28 ára gamal og er harvið í, ella á veg í, tað sum kann metast sum besti fótbóltsaldur. Søgur hava gingið um, at hann fer at leita sær til Føroya at spæla til komandi kappingarár, og KÍ hevur verið nevnt sum eitt møguligt nýtt felag. Men Gilli sigur við Portalin, at hann ongar ætlanir hevur um, at venda nøsina heim: 

- Eg verði 100 prosent verandi uttanlanda, og eg vóni at sleppa út um Skandinavia at spæla

Tvøramaðurin, sum áður millum annað hevur leikt við Aab, í Danmark fær í løtuni ikki sagt meira um, hvørjir ítøkiligir møguleikar eru. Brann spælir seinasta dystin í Eliteserien týsdagin. Tað er á heimavølli móti Odds BK. Liðið liggur á 11.plássi við 33 stigum - 16 lið eru í deildini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder