Í hesum døgum hita vit upp til Betrideildina við at taka pulsin av liðum og leikarum. Vit tosa við eitt umboð fyri hvørt felag um 1. umfar og onnur viðurskifti rundanum.
Einasta uppgerðin millum tvey lið úr botn-fimm farna ár, og tað sum allarhelst veðrur botn-fimm í ár, verður á Skála. Vit hava tosað við klaksvíking, ið nú skal royna at styrkja teir appelsinlittu og ein fuglfirðing sum nú er til reiðar at spæla aftur á einum liðið sum skal prógva nakað
Í Fuglafirði hava fyrireikingarnar, eins og aðrastaðni, verið longri og øðrvísi enn vant. Harvið hevur liðið bíðað leingi eftir møguleikanum at koma út og veruliga vísa nakað. Kappingarárið í fjør endaði við, at ÍF bert fekk seks stig, og teir eru svangir eftir at vaksa 2019 av sær í Fuglafirði:
- Tað sigur seg sjálvt, at man er spentur til, at kappingin nú endiliga fer í gongd. Tað er jú tað, sum man trenar fram ímóti, og tað er eisini tað, sum motiverar ein at spæla fótbólt. Og vit eru sjálvsagt svangir og spentir, at vísa hvat vit duga og at sleppa at vaska kappingarári í fjør av okkum aftur.
Hetta sigur 29-ára gamli Dánjal á Lakjuni. Hann er ein av mongum royndum leikarum í Fuglafirði. Álopskendi, kviki og arbeiðssami leikarin spældi bert fram til juni mánaða í fjør, men er nú til reiðar at spæla fyri Hans Jørgen Djurhuus og Ólav Larsen.
Fyrsta uppgávan hjá Dánjali og ÍF er á Skála. Um tað hevði verið í fjør, hevði Skála verið rímiliga greiður favorittur í hesari uppgerðini, men nú er meira ivasamt. Skála hevur mist nógvar av føstu leikarum. Dánjal sigur, at ÍF fer eftir trimum stigum, men at teir appelsinlittu á ongan hátt kunnu ella skulu undirmetast:
- Sjálvandi fara vit til Skála eftir einum sigri, men tað verður ikki nøkur løtt uppgáva. Eg vænti ein javnan dyst, har vit mugu vera 100 prosent til reiðar, um vit skulu hava nakað stig við heim aftur. Teir hava eitt nýtt spennandi lið við nógvum svangum leikarum sum vilja vísa seg. So tað skal ein knallharður arbeiðsinnsatsur og vilji til, um vit skulu hava nakað stig heim aftur við.
Og tað er júst arbeiðsinnsatsturin, ið Dánjal á Lakjuni nevnir sum er ein av lyklunum til verða omaná í stríðnum við hini botn-fimm liðini:
- Tað er heilt sikkurt arbeiðsinsatsur, vilji, orka og samanhald. So ivist eg ikki í, at vit eru á rættari leið.
Les eisini: Her er ein góð og spennandi blanding av leikarum á Skála
Fótbóltur
- Ein knallharður arbeiðsinnsatsur skal til
Dánjal á Lakjuni sigur, at teir í Funglafirði eru spentir til at sleppa at vaska kappingarárið í fjør av sær. Byrjað verður við einari innanhýsis “botn-fimm uppgerð” á Skála.
Dánjal í dysti á Argjum í fjør. Hann hevur leikt 215 dystir í Betrideildini (Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-05-07 17:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald