Fótbóltur

- Her er ein góð og spennandi blanding av leikarum á Skála

- Nakrir svangir leikarar eru komnir inn í hópin og her eru eisini framvegis leikarar, sum hava royndir í bestu deildini. Tað sigur ein av nýggju leikarunum, Jóhan Waag Høgnesen.

21-ára gamli Jóhan Waag Høgnesen skifti í vetur úr KÍ, har hann í høvuðsheitinum hevur spælt við 1. deild (Mynd: Skála ÍF)

21-ára gamli Jóhan Waag Høgnesen skifti í vetur úr KÍ, har hann í høvuðsheitinum hevur spælt við 1. deild (Mynd: Skála ÍF)

2020-05-07 17:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesum døgum hita vit upp til Betrideildina við at taka pulsin av liðum og leikarum. Vit tosa við eitt umboð fyri hvørt felag um 1. umfar og onnur viðurskifti rundanum. 

Einasta uppgerðin í 1. umfari millum tvey lið úr botn-fimm farna ár, og tað sum allarhelst verður botn-fimm í ár, verður á Skála. Vit hava tosað við ein royndan fuglfirðing, sum nú er til reiðar at spæla aftur á einum liðið sum skal prógva  nakað, og ein ungan klaksvíking ið nú skal royna at verða ein styrkur hjá teimum appelsinlittu.


Nógv hevur verið hoyrt, skrivað og tosað um stóru frágongdina á Skála í vetur: Karsten Hansen, Jákup Jacobsen og Haraldur Højgaard til NSÍ, Ari Olsen og Jákup Johansen til Víking, Janus Svabo Samuelsen (AB) og Fróði Benjaminsen (givin). Tó valdu royndir leikarar eisini at verða verandi: Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen og so teir heilt royndu – Pætur Dam Jacobsen og Teitur Reinert Joensen. Nakrir ungir mans eru eisini komnir til. Ein av teimum er 21-ára gamli Jóhan Waag Høgnesen:

- Tað er rætt, at vit hava mist nógv fólk í mun til farna kappingarár. Nógvir tydningarmiklir leikarir eru farnir, men eg haldi, at vit hava fingið nakrar svangar leikarir inn, sum eru klárir at vísa sítt virði í bestu deildini. Harafturat eru nakrir leikarir, ið hava nógvar royndir í bestu deilduni, framvegis í hópinum, so samanumtikið ein góð og spennandi blanding av leikarum.

[object Object]
Jóhan í venjingardysti móti KÍ í seinastu viku (Mynd: Norðlýsið)
 

Jóhan sigur við Portalin, at tað hevur verið, og verður framvegis, arbeitt hart fyri at fáa liðið samanspælt. Síðani hann kom heim eftir nøkur ár í Sønderjyske á summri 2017, hevur klaksvíkingurin spælt 60 dystir í fyrstu deild fyri barndómsfelagið. Tvær ferðir hevur hann verið á vøllinum í Betrideildini, so nú lágvaksni lágvaksni men hartarbeiðandi leikarin av álvara roynt seg:  

- Tað er spennandi, og nakað ørðvísi enn eg havi verið vanur við undanfarin ár. Krøvini og støðið eru væl hægri enn í fjør, tá eg spældi í 1. deild. Eg skrivaði undir við Skála tíðliga í ár, og havi saman við liðfeløgunum havt eina harða og sera langa pre-season. Fysiski formurin hevur verið hildin við líka, sjálvt um øll felagsvenjing í felagnum varð steðgað, so eg haldi, at bæði eg persónliga og hópurin sum heild er væl fyri til kappingarárið, ið stendur fyri framman. Nú standa vit vónandi okkara roynd í fyrsta umfarinum, 9 mai.

Og tað er ÍF, sum er uppgávan leygardagin 9, mai. Jóhan Waag Høgnesen væntar, at heimadysturin móti uppsetta liðnum helst verður heilt tættur:

- Tað er sjálvandi torført at meta um, hvussu sterk tey ymisku liðini eru. ÌF er nokk er eitt av teimum feløgunum, sum vit rokna við at koma berjast við í ár. Teir hava fingið nógvan styrk inn í ár og virka til at vera uppsettir uppá at gera tað betri enn í fjør, so uttan iva verður talan um ein spennandi dyst, ið bæði liðini ætla at gera alt fyri at vinna. Vónandi fáa vit eina góða byrjan, og einki verður betri, um vit standa eftir við trimum stigum í ársins fyrsta dysti á heimavølli.

Fyrsta bríksl undir Mýruhjalla leygardagin verður klokkan 16.

Les eisini: Dánjal á Lakjuni: -Ein knallharður arbeiðsinnsatsur skal til

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder