- Einki fremmandafólk rennir túr á Tórsvølli, tá fótbóltslandsliðið venur, eingin súklar á Tórsbreyt tá frælsur ítróttur venur spjótkast og eingin gongur túr við hundinum, á Sandvíkum tá Byrsumúli venur. Sjálvandi ikki, tí hetta er bæði órógvandi og í onkrum førum eisini vandamikið.
Soleiðis byrjar Føroya Ríðingarfelag sína áheitan á fólk um at virða, at á ríðibreytini er tað fyrst og fremst reiðfólk, sum hava rætt at verða. Felagið hevur stórar trupulleikar við at onnur fólk enn reiðfólk brúka ríðibreytina til annað enn tað hon er ætla, meðan venjingar eru.
- Á ríðibreytini hjá Føroya Ríðingarfelag við Marknagil, verður alt hetta gjørt, eisini meðan reiðfólk venja - Vit unna vanliga væl bæði fólkum, hundum og súklum at ferðast eftir breytini. Men frá nú av og til heystkappríðingin er av, fyrsta vikuskiftið í Septembur, er ríðibreytin, sum felagið sjálvt hevur goldið og ið liggur á økið vit gjalda leigu fyri, stongd fyri øðrum enn reiðfólkið. Ikki tí vit ikki vilja hava fólk eftir breytini, men av tí at hetta er beinleiðis vandamikið, bæði fyri ross, reiðfólk og sjálvandi eisini tey sum fara inn á breytina.
Føroya Ríðingarfelag tekur tí stig til at ríðibreytin verður hegnað av, so at tey fáa vant í friði.
- Breytin ið er okkara Tórsvøllur, er væl hegnað av við elhegnið, og vera fólk biðin um at ganga vestanfyri breytina, tað er tí meðna Berghestar eru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald