Fótbóltssamband Føroya kunngjørdi í gjár avloysaran hjá John Petersen.
Tað varð 47-ára gamla Lene Bjerning Terp, ið skrivaði undir fýra-ára sáttmálan. Undir liðuni á fyrrverandi danska landsliðsliðskiparanum sat Christan Andreasen. Forsetin í FSF væntar, at Lene Terp kann gerast ein stór fyrmynd á ymsan hátt, og at hon fer at flyta føroyskan kvinnufótbólt:
– Við at seta Lene í fulltíðarstarv, gera vit eitt stórt framstig á leiðini at menna kvinnusíðuna í føroyskum fótbólti. Hon er ein spennandi profilur at fáa inn í føroyskan fótbólt yvirhøvur, og harumframt kann hon við sínum royndum og førleikum vera ein stór og sterk fyrimynd fyri kvinnur í fótbólti, bæði tá vit hugsa um spælarar, men eisini í mun til menning og útbúgving av venjarum
Hon hevur starvast nógv hjá danska fótbóltssambandinum - sum millum annað talentstjóri og hjálparvenjarin á A-landsliðnum - og nú skal kvinnan við hægstu venjaraútbúgving hjá UEFA royna at gera sítt fyri FSF. Lene Terp hevur sæð nøkur áhugaverd ting:
- Eg fari eldhugað til uppgávuna, tí eg havi fingið eina sera góða fatan av føroyska landsliðnum og Føroyum sum heild. Eg havi hugt eftir landsdystunum í farnu undankapping, og eg síggi nógvar spennandi dygdir í spælarunum, og ikki minst ein hugburð og stríðsvilja, sum sær sunnur út. Eg gleði meg tí nógv til at flyta til Føroyar og veruliga sleppa til verka.
Hetta sigur hon við heimasíðuna hjá FSF, har meira kann lesast um nýggja landsliðsvenjaran.
Les eisini: Lene Terp skal stjórna kvinnulandsliðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald