Fótbóltur

- Eri nøgdur við hópin sum hann er

Hetta sigur venjarin hjá B36, Jákup á Borg, ið tó ikki vísur aftur, at liðið fær meira styrk, um rætti leikarin gerst tøkur.

Jákup á Borg sigur, at B36 hevur nógvar spennandi leikarar í hópinum (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup á Borg sigur, at B36 hevur nógvar spennandi leikarar í hópinum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-21 10:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør fekk B36 heili 63 stig og var ósigrað í 19 dystum í Betrideildini, áðrenn KÍ basti árstalsfelagnum í gulldystinum í Gundadali. Harvið noyddist liðið hjá Jákupi á Borg at taka til takkar við silvurheiðurskrónunum.

Í vetur hevur ikki so stór útskifting verið í hópinum. Málverjin Mattias Lamhauge og áleyparin Sebastian Pingel eru kominir úr HB. Ragnar Samuelsen og Sveinur Lava Olsen, ið vóru leigðaur út til EB/Streym í seinnu hálvu í fjør, eru komnir aftur, og Erlendur Magnusson verður væntandi aftur á vøllinum stutt inn í kappingarárið. Erlendur var úti alt seinasta ár við skaða.

Ein av heilt stóru profilunum í føroyskum fótbólti í farna áratíggju, Lukasz Cieslewicz, er farin til Víking. Sera royndi bakkurin Jónas Tór Næs er givin, og tað er málverjin Hans Jørgensen eisini. B36 verður eisini uttan sera skjótu, ungu og álopskendu vápnini, Hannes Agnarsson og Gilla Samuelsen, í fyrru hálvu. Teir fara at fjakka.

Jákup á Borg, ið fer í gongd við sítt fjórða kappingarár sum høvuðsvenjari, sigur soleiðis um hópin:  

- Eg eri nøgdur við hópin sum hann er. Vit hava ein følara úti, og um rætti leikari er at fáa fatur á, so kann tað vera at vit styrkja okkum við einum profili afturat. Vit hava verið í samband við onkrar leikarar, men serliga nógvar umboðsmenn. Eg vil tó vera sera vísur í, at um vit taka ein inn, so hann hevur ein slíkan kvalitet sum flytur felagið og hópin.

- Vit hava eina rúgvu av áhugaverdum og spentum ungum leikarum í felagnum. 26 leikarar hava við sáttmála, og tí eri eg ikki altráður eftir at styrkja hópin. Tað leikarar koma aftur eftir leiguupphald og skaðar ger tað, at hópurin er sterkur, sjálvt um vit hava mist fleiri leikarar.

Meinhard Olsen, ið áður hevur leikt við B36, og Sonni Ragnar Nattestad hava vant við B36 í vetur.  

- Tað hevði verið tvær dreyma undirskriftir at fáa uppá pláss. Sonni og Meinhard eru við nú, men vit hjalpa teimun at koma uttanlands aftur við at loyva teimun at venja við - tað at teir venja við B36 er fyri, at teir kunnu halda seg í gongd

B36 leikti í gjárkvøldið sín fyrsta venjingardyst í ár. Hann var ímóti Skála í Gundadali. Heimaliðið vann 3-1 við málum frá Sebastian Pingel, Bjarna Petersen og Andreas Thomsen, sum øll komu í 1. hálvleiki. 

Uppstillingin var hendan sambært bolt.fo: (4-3-3) Mathias Lamhauge - Andreas Thomsen, Andrias  Eriksen, Erling Dávidsson, Alex Mellemgaard - Bjarni Petersen, Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic - Benjamin Heinesen, Sebastian Pingel, Hugin Samuelsen

Inn komu: Michal Przybylski, Rani í Soylu, Dánjal Haraldsen, Jonas Warner, Mattias Weihe Joensen, Martin Agnarsson og Jóhann Hansson Joensen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder