Fótbóltur

- Eri vorðin glaður fyri Føroyar og føroyingar

Landsliðsvenjarin og liðskiparin høvdu sín seinasta tíðindafund áðrenn venjingina hjá Føroyum á Friends Arena.

Lars Olsen og Atli Gregersen (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen og Atli Gregersen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-17 16:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Endin á einum átta-ára skeiðið, har Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava staðið á odda fyri føroyska landsliðinum, er komið heilt nær endanum. EM-undankappingardysturin á Friends Arena beint norðanfyri Stokkhólm í annaðkvøld er seinasta uppgávan hjá venjaratoyminum, og tað er samstundis seinasta ferðin, at Atli Gregersen leiðir føroyska liðið út á vøllin. 37-ára gamli miðverjin spælir í morgin sín landsdyst nummar 59 – hann hevur verið liðformaður seinastu trý árini.

[object Object]Lars Olsen (Mynd: Sverri Egholm) 

Lars og Atli vóru á tíðindafundinum á Friends Arena. 58-ára gamli venjarin segði, at talan var um ein ræðuligan dysti (“rædselsfuld kamp”) í Oslo fríggjakvøld, og at teir skulu avrika betri í morgin móti einum liðið, ið hann metir er nakað sterkari enn Noreg og tað næstbesta í bólkinum aftaná Spania. Tað fara at verða nakrar broytingar á føroyska liðnum, og Lars Olsen segði, at líkamikið hvat liðið verður, so fær tað eina stóra uppgávu móti svium.   

Vit spurdu Lars og Atla, ið hava sitið til nógvar tíðindafundir saman, um tað var løgið at sita til tann seinasta:

- Eg havi seinastu tíðina hugsað um, at tað fór at vera seinastu ferð í Svøríki, og tað er við sorgblídni (“vedmodigt”) Tað hava verið átta góð ár, og eg eri vorðin glaður fyri Føroyar og føroyingar. Einaferð skal tað tó enda, og tað verður so nú, men hetta er heldur løgið og serligt.

Liðformaðurin hevði ikki so nógv orð um støðuna – hann hugsavnar seg um sína seinastu uppgávu sum landsliðsleikara.

- Eg hugsi ikki so nógv um tað nú, at tað er seinastu ferð – tað kemur seinni. Eg havi fult fokus á dystin í morgin, og skulu vit sleppa innaftur í landið, so skal eitt gott avrik til.

[object Object]Atli Gregersen

Atli Gregersen segði eisini, at hann hevði stóra virðing fyri Lars Olsen, ið váttaði, at Odmar Færø var ivasamur til. Verjuleikarin hevur trupulleikar við høgra økli, og hann vandi ikki saman við hinum í dag. Tí skal helst ein avloysari finnast fyri hann til dystin, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder