Fótbóltur

- Eru sera spentir uppá at mótprógva kritikkarunum

Karl Løkin og hinir á ÍF-liðnum hava fyrireika seg væl uppá at syrgja fyri, at fótbóltsárið í Fulgafirði verður nógv betri enn í í fjør. Miðvallarin sigur, at nógv góðska er komin inn á liðið. Hann gleðir seg millum til at spæla saman við stórabeiggja sínum aftur.

Karl Løkin, her í dysti í Norðagøtu í fjør. Miðvarllarin er til reiðar at stríðast fyri sítt felag aftur í ár. Hann sigur, at arbeitt hevur verið við forminum og við at menna og læra leikháttin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Karl Løkin, her í dysti í Norðagøtu í fjør. Miðvarllarin er til reiðar at stríðast fyri sítt felag aftur í ár. Hann sigur, at arbeitt hevur verið við forminum og við at menna og læra leikháttin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-06 13:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú nærkast av álvara til Betrideildin hjá monnum fer í gongd aftur. Fyrstu bríkslini kring landið verða nú sunnudagin, 8. mars. Seinastu vikurnar hava við tosað við eitt umboð frá hvørjum liðið og havt eitt yvirlit yvir hvønn hóp. Í dag er tað seinasta liðið, ið er á skránni, ÍF

Í 2019 endaði ÍF aftast í Betrideildini við bert seks stigum. Talan var um eitt heilt vánaligt kappingarár, ið tó ikki fekk beinleiðis fylgjur, tí eingin uppflytari var úr 1. deild.

Til hetta kappingarárið eru fleiri leikarar farnir úr felagnum, men fleiri royndir leikarar eru komnir inn í hópin, og sambært Karl Ábrahamssyni Løkin hava teir lært nakað í Fuglafirði: 

- Hópurin er sera nógv broyttur frá í fjør Vit hava fingið nógvan kvalitet inn á liðið. Kappingarárið í fjør var sera tungt, so tað kann sum so bara blíva betri. Tó lærdu vit nógv í fjør, um hvat skal til fyri at vera við. Málið í ár er at gera tað so gott sum vit kunnu, t.v.s. at fara inn fyri at vinna hvønn dyst.

Eitt av tingunum, ið ÍF fekk kritikk fyri í fjør var, at leikararnir í høvuðsheitinum rætt og slætt ikki vóru í nóg góðari dystarvenjing: 

- Um vit taka komandi kappingarár, so eru vit sera spentir uppá at mótprógva kritikkarunum. Vit hava arbeitt nógv við orkuni, og eisini er nógv tíð brúkt upp á at venja spæliskipanina, so at vit eru so til reiðar sum gjørligt.

28-ára gamli miðvallarin hevur spælt 226 dystir í Betrideildini seinasta áratíggju - teir flestu við ÍF. Hann hevur eitt silvurheiðursmerki í Betrideildini og tvey í steypakappingini við felagnum. Karl vann í 2017 steypagull við NSÍ og hevur spælt 6 A-landsdystir fyri Føroyar. Hvat kann hann geva ÍF í 2020?

- Leikluturin verður at gera mítt besta fyri liðið og ÍF sum heild. Tað sum eg kann geva liðnum er nógva orku og góðan arbeiðsmoral

Karl fer millum annað at spæla saman við stórabeiggjanum, 31-ára gamla Boga Løkin, ið er vendur aftur til føroyskan fótbólt eftir nógv ár í Danmark: 

- At spæla saman við stórabeiggjanum aftur verður heilt víst stuttligt. Síðst vit veruliga spældu saman var í 2012 í Fuglafirði, og tá vóru vit eitt topplið. Hann hevur sæð skarpur út í uppstartinum, líka sum allir teir nýggju leikarirnir hava), so Bogi kemur avgjørt at vera ein fongur fyri okkum.

Hópurin: 

Málverjar: 

Milos Budakovic (Serbia)

Jákup Nolsøe Olsen

Tóri Traðará 

Verjuleikarar: 

Jens Joensen *

Pól Jákup Lundsbjerg

Rói Kallsoy Róin

Tóri Nolsøe Olsen

Sjúrður Pauli Nielsen (leigaður úr NSÍ) *

Jan Ólavsson Ellingsgaard

Andy Ólavur Olsen

Miðvallarar: 

Bogi Abrahamsson Løkin

Ari Ólavsson Ellingsgaard

Dánjal á Lakjuni

Sámal Joensen

Aron Kensson

Karl Abrahamsson Løkin

Hákun Edmundsson *

Filip Djordjevic *

Áleyparar: 

Gundur Ellingsgaard Petersen

Jóhan Petersen

Uros Stojanov *

*Nýggjur í hópinum


Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen - komu til mitt í kappingarárinum í fjør

Les eisini: - Hava fingið fleiri ungar og dugnaligar leikarar inn

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder