Fótbóltur

- Evropeisku royndirnar merkja ómetaliga nógv fyri leikararnar og felagið

Mikkjal Thomassen sigur, at KÍ skal gera arbeiði uppaftur betri ímóti Luzern enn í undanfarnu dystunum.

Venjarin hjá KÍ fegnast um, at KÍ stendur seg væl í Evropa og harvið byggir uppá - Mynd: Sverri Egholm

Venjarin hjá KÍ fegnast um, at KÍ stendur seg væl í Evropa og harvið byggir uppá - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-22 08:36 Author image
Agnar Prestá

KÍ spældi seg fyri seks døgum síðani víðari í Europa League. Við 0-0 javnleiki á Svangaskarði ímóti litaviska Riterai kom KÍ víðari til 2. umfar, av tí at tað endaði 1-1 í Vilnius vikuna frammanundan. 

[object Object]
(Tað var nógv at fegnast um hjá teimum í hvítum og bláum á Svangakarði týskvøldið - Mynd: Sverri Egholm) 

Komandi uppgávan er Luzern. Í morgun er KÍ-ferðalagið farið undir túrin til Sveis og verður væntandi frammi í kvøld. Í gjár hevði KÍ sína seinastu venjing undan fráferðini. Hon var á nýggja graslíkinum við Djúpumýru. Eftir venjingina fingu vit orðið á høvuðsvenjaran Mikkjal Kjartansson Thomassen. 

- Hópurin er sum heild ógvuliga væl fyri. Tað er ein ávís møði nú, og tað er nátúrligt: Vit hava ferðast nógv, og dystirnir hava verið kropsliga krevjandi. Leikararnir síggja tó út til, at um ein ella tveir dagar vera teir har, sum teir skulu vera. Onkrir leikarar stríðast við nakrar smásnuddir, men vit vænta at fáa teir flestu klárar til hósdagin. 

At koma víðari ímóti litaviskum liðið hevur einki føroyskt lið megna áðrenn. Nú er tað tó íhvussu er eitt støði upp í mótsstøðuliðin, og vit spyrja Mikkjal hvat skal til fyri at fáa eina spennandi uppgerð ímóti Luzern: 

- Partvís skulu vit finna nøkur av teimum somu tingunum fram, ið vit gjørdu væl ímóti Riterai, og so gera tey uppaftur betri fyri at varðveita spenningin í hesari uppgerðini. Partvís skulu vit verða líka týðiligir umkring okkara dystarætlan, tí hon kann ikki vera tann sama. Hetta er eitt lið, sum er eitt sindur ørvísi, hóast tað eru nøkur eyðkenni, ið ganga aftur, og vit skulu leggja nøkur ting afturat taktiskt

[object Object]
(Tað var ein stór frøi á Mikkjal Thomassen og hansara monnum týskvøldið - Mynd: Sverri Egholm)  

43-ára gamli Mikkjal Thomassen stendur á odda fyri KÍ á fimta árið, og dysturin hóskvøldið verður hansara evropeiski dystur nummar ellivu í leiklutinum. Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at klaksvíkingar skulu spæla í 2. umfari í evropeiskari kapping. Higartil hevur KÍ fingið fleri góð úrslit í Evropa undir Mikkjali, ið setur høgt virði á standa seg væl í hesum evropeisku dystunum 

- Fyri tað fyrsta so royna vit at byggja nakað upp. Vit hava nógvar ungar leikarar, sum ikki hava so nógvar royndir, og vit eru eitt felag, ið ikki hevur nógvar royndir í Evropa yvir longri tíð. Við at vit standa okkum væl, so leggja vit ein grundvøll, og leggja nakrar royndir í leikararnar ið eru ótrúliga virðismiklar. Tað merkir ómetaliga nógv, og tað merkir eisini nakað fyri allar at sleppa at vera ein partur av skriva ein part av altjóða søguni hjá KÍ. Fíggjarligi parturin spælir eisini inn, tí eydnast at spæla okkum víðari, so kunnu vit leggja okkurt til síðis, og tað er týdningarmikið at hava møguleikan fyri tí í rasktrinum av einum felagi.

KÍ og Luzern spæla fyrra dystin í Luzern hóskvøldið klokkan 19.15 føroyska tíð. 

placeholder
placeholder