Tann størsti ósvaraði spurningurin í føroyskum fótbólti í løtuni er, hvør verður nýggjur A-landsliðsvenjari hjá monnum. Sáttmálin millum Fótbóltssamband Føroya og Lars Olsen gekk út eftir farnu undankappingina.
Seinastu dagarnar hevur Christian Andreasen sagt við FM1 og KVF, at ein avgerð nærkast, og at heilt fá nøvn eru eftir á listanum. Tað kann sambært forsetanum í FSF koma uppá pláss áðrenn jól.
Les eisini: Landsliðið fær skjótt nýggjan venjara
Tað var um jólini í 2008, at Guðjón Tórðarsson var nær við at verða settir sum føroyskur landsliðsvenjari, men hann endaði í enskum fótbólti aftur, og Brain Kerr varð settur. Bolt.fo skrivar í dag, at venjarin hjá NSÍ farna kappingarár hevur verði til samrøðu við FSF viðvíkjandi starvinum. Tað eru keldur hjá íslendska heimasíðan fotbolti.net, ið bóru tíðindini fyrst. In.fo skrivar í kvøld, at søgan hjá íslendska miðlinum ikki er røtt.
Í summum svenskum miðlum hevur Magnus Pehrsson verið nevndir sum ein møguleiki. 43-ára gamli sviin hevur áður millum annað staðið á odda fyri Aab, estiska landsliðnum, Djurgården, Malmö, ið hann førdi til svenska meistaraheiti í 2017, og seinast Kalmar FF. Samstarvið millum Pehrsson og Kalmar endaði í oktober, og síðani hevur hann millum annað verið settur í samband við føroyska landsliðið.
Magnus Pehrsson, her sum landsliðsvenjari hjá Estlandi (Mynd: EPA)
Keldur hjá Portalinum í Svøríki søgdu, at hetta var ósannlíkt, tí Magnus Pehrsson ynskir at fáa eitt starv, har hann er saman við hópinum dagliga. Virgar Hvidbro váttaði eisini fyri okkum í dag, at svenski venjarin ikki er ein av teimum, ið er um boðið.
Aðalskrivarin í FSF segði eisini, at nú nærkast.
- Vit eru væl á veg í tilgongdini. Tað verður í seinasta lagi síðst í januar, og vónandi mitt í januar, at ein nýggjur venjari verður settur. So hevur viðkomandi í minsta lagi tveir mánaðir, áðrenn farið verður á venjingarlegu seint í mars. Eg kann ikki siga nakað nærri, men talan er um fýra útlendskar venjarar, ið framvegis eru um boðið.
Virgar Hvidbro - (Mynd: Sverri Egholm)
Viðvíkjandi profili á venjarunum sigur Virgar Hvidbro, at teir sjálvsagt eru ymiskir, men at í høvuðsheitinum passa eginleikarnir væl til tað, ið Fótbóltssambandið ynskir.
- Fyri okkum er tað sera umráðandi, at nýggi landsliðsvenjarin er ein, ið kann verða við at flyta A-landsliðið og samstundis menna hini landsliðini og føroyskan fótbólt sum heild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald