Triðja árið á rað, fyri fjórðu ferð seinastu fimm árini og fyri áttandu ferð samanlagt eru kvinnurnar hjá VÍF í steypafinaluni. Í fjør vann Kyndil 31-24, og harvið eru vestmannakvinnur sera uppsettar uppá, at steypið hesaferð skal til Vestmanna.
- Steypafinalan í fjør eydnaðist ikki serliga væl fyri okkara viðkomandi, so vit ætlað okkum heilt sikkurt at gera alt fyri, at steypið endar hjá okkum aftur.
Hetta sigur 18-ára gamla Ró Nielsen, sum í ár hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot: Fast pláss á høgra vongi og landsliðsdebut. Í hálvfinalunum skoraði Ró níggju mál samanlagt, og nú fyrireikar hon seg so væl sum gjørligt uppá sín leiklut í finaluni:
- Eg eri sera spent uppá dystin. Sjálvandi vóni eg at fáa ein eins stóran leiklut sum í hálvfinalunum, men fyrst og fremst vóni eg, at tað ferð at eydnast væl hjá liðnum, og at vit at enda standa sum steypavinnarar. Vit royna sum altíð at fyrireika okkum so væl sum til ber uppá mótstøðuliðið hesar seinastu venjingarnar, áðrenn dystin. Persónliga royni at hugsa nógv um mínar einstøku uppgávur fram til dystin. At eta og sova væl er sjálvandi eisini nakað, sum fyllir nógv hesar dagarnar.
Yngsti leikarin í vanligu byrjanaruppstillingini hjá VÍF saman við tí mesta royna: Ró Nielsen saman við Fríðu Petersen undir landsliðtúrinum í Íslandi í november. Hetta var fyrstu ferð, at 18-ára gamli vongurin úr Vestmanna var á A-landsliðnum (Mynd: VÍF)
VÍF hevur í ár tapt allar landskappingardystirnar móti H71, men Ró Nielsen væntar, at hetta fer at hava lítið at siga leygardagin. Sambært henni er lykilin til at basa hoyvíkskvinnum at steðga sterku skjúttunum við einari vælkoyrandi verju:
- Vit hava havt tað sera trupult við H71 í ár, men eg vænti ikki, at tað fer at hava nógv at siga. Hetta er ein finala og tá kann alt henda. Vit fara inn til hendan dystin sum tilallar aðrar. Lykilin til at vinna á H71 er, at vit fyrst og fremst fáa verjuna upp at koyra. Tær hava nakrar sera góðar skjúttar, sum vit skulu royna at steðga á bestan hátt.
Les eisini: Meira spentur til venjing enn vanligt
Til seinast spurdu vit ungu vestmannakvinnuna, hvussu hon sær uppá steypafinaluvikuskiftið:
Tað er altíð ein serligur stemningur til steypafinaluvikuskiftið. Høllin er full við áskoðarum og karmarnir eru ótrúliga góðir. Hetta ger tað enn stuttligari at spæla.
VÍF fer leygardagin eftir at vinna steypakappingina fyri fimtu ferð. Fyrsta bríksl verður í Høllini á Hálsi leygardagin klokkan 13.30. Vit eru á staðnum við myndatólinum, og fáa viðmerkingar og hava samandrátt eftir seinasta bríksl.
Les meira um kvinnufinaluna í Faxe Kondi kappingina:
VÍF fyri áttandu ferð - H71 fyri fyrstu ferð nakrantíð
Dánjal og Heri døma hjá kvinnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald