Hondbóltur

- Fekk gásahold tá tjóðsangurin fór í gongd

Tað verður helst trupult hjá Jóhan á Plógv at sovna eftir stóra dagin í dag. Hann angrar ikki at hann skifti til danska landsliðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-01-12 23:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Okkara maður á danska landsliðnum fekk møguleikan í seinna hálvleiki, og tók eisini av og skoraði tvey mál í 36-22 sigrinum móti Tunesia í kvøld.

- Tað var ótrúligt. Eg fekk gásahold tá tjóðsangurin fór í gongd og tá navnið var rópt upp. Hetta er størsta uppliving, eg havi havt á í mínari hondbóltsyrkisleið higartil, sigur Jóhan á Plógv Hansen við Ritzau eftir dystin.

- At sleppa at spæla eitt HM-endaspæl og enntá á heimavølli, tað verður ikki størri. Tað verður torført at sovna í nátt. Hetta hevur verið ein stórur dagur, sigur Jóhan.

24 ára gamli Jóhan á Plógv Hansen úr Havn fekk boðini um dystin í kvøld fríggjamorgunin, tá tað var greitt, at Hans Lindberg ikki bleiv klárur aftur eftir ein skaða frá dystinum móti Chili hósdagin.

Jóhan á Plógv Hansen er vaksin upp í Kyndli, og kundi spælt fyri tað føroyska landsliðið, men valdi í 2013 at skifta til danska landsliðið, og tað hevur hann ikki angrað.

- Tað havi eg ikki angrað, men eg hevði ikki torað at droymt so stórt. At sleppa at spæla HM-endaspæl á heimavølli, tað er óveruligt.

- Man er noyddur at taka nakrar kjansir í lívinum. Fyri meg var hetta tað rætta valið, sigur Jóhan á Plógv Hansen við Ritzau.

Hann verður eisini við í næsta HM-dystinum hjá Danmark, sum mánadagin spælir móti Saudi-Arabia.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder