Annað

- Fleri kenna longu stórar heilsuligar ágóðar

Granskingarverkætlanin við 60+ heilsufótbólti í Klaksvík hevur verið eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið, Klaksvíkar kommunu, KÍ og Fótbóltssambandið. Eftir venjingar minst tvær ferðir um vikuna seinastu tríggjar mánaðirnar er nú komið á mál við seinnu kanningini.

– Sum heild hevur verkætlanin higartil eydnast ótrúliga væl. Áhugin var stórur frá byrjan og luttakararnir hava verið íðin og hugagóð á vøllinum hvørja einastu viku. Fleiri av teimum fortelja longu, at tey kenna stóran heilsuligar ágóðar av venjingunum, og nú gleða vit okkum sjálvandi til at síggja, hvussu granskingarúrslitini síggja út, sigur Andrass Thomsen (Mynd: FSF/Raclip)

– Sum heild hevur verkætlanin higartil eydnast ótrúliga væl. Áhugin var stórur frá byrjan og luttakararnir hava verið íðin og hugagóð á vøllinum hvørja einastu viku. Fleiri av teimum fortelja longu, at tey kenna stóran heilsuligar ágóðar av venjingunum, og nú gleða vit okkum sjálvandi til at síggja, hvussu granskingarúrslitini síggja út, sigur Andrass Thomsen (Mynd: FSF/Raclip)

2022-12-01 12:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani síðst í august hava luttakararnir, sum øll eru 60 ár ella eldri, í granskingarverkætlanini verið til heilsufótbólt minst tvær ferðir um vikuna.

Umframt tey, sum hava luttikið í sjálvum venjingunum, hevur ein sonevndur kontrolbólkur eisini verið partur av verkætlanini. Hesi hava verið við til kropsligu kanningarnar við byrjan og enda á verkætlanarskeiðnum, men annars hava tey livað sum vant uttan at venja heilsufótbólt.

Til kropsligu kanningina í Badmintonhøllini í Klaksvík fyri stuttum vóru allir luttakararnir savnaðir aftur, og nú er Setrið farið undir at greina úrslitini, skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari

– Sum heild hevur verkætlanin higartil eydnast ótrúliga væl. Áhugin var stórur frá byrjan og luttakararnir hava verið íðin og hugagóð á vøllinum hvørja einastu viku. Fleiri av teimum fortelja longu, at tey kenna stóran heilsuligar ágóðar av venjingunum, og nú gleða vit okkum sjálvandi til at síggja, hvussu granskingarúrslitini síggja út, sigur Andrass Thomsen, samskipari við heimasíðuna hjá FSF. 

[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
Mynd: FSF/Raclip

Granskingarverkætlanin við 60+ heilsufótbólti í Klaksvík hevur verið eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið, Klaksvíkar kommunu, KÍ og Fótbóltssambandið, og millum luttakararnar hoyrist eitt greitt ynski um, at hetta tilboðið til 60+ aldursbólkin heldur fram. Hesum tekur samskiparin hjá FSF undir við og leggur afturat, at aðrar kommunur eisini eru meira enn vælkomnar at gerast partur av samstarvinum. 

– Heilsufótbóltur hevur longu verið ein partur av føroyska fótbóltslandslagnum í fleiri ár, og vit ynskja sjálvandi, at so nógv sum gjørligt hava møguleikan fyri at vera við. Tí vóna vit eisini, at aðrar kommunur síggja hetta sum eitt gott og hóskandi tilboð til sínar borgarar í 60+ aldursbólkinum, sigur Andrass Thomsen at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder