Fótbóltur

- Føroyar skulu ikki undirmetast

Skotland hevur bert fingið tvey stig higartil í kappingini – venjarin ávarar um, at ein sigur móti Føroyum ikki er nøkur sjálvfylgja.

Skotski landsliðsvenjarin, Steve Clarke (Mynd: EPA)

Skotski landsliðsvenjarin, Steve Clarke (Mynd: EPA)

2021-03-30 09:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skotski landsliðsvenjarin, Steve Clarke, ávarar nú móti at taka ov lætt upp á uppgávuna, tá skotska landsliðið tekur ímóti Føroyum á Hampden Park í annaðkvøld.

Skotland hevur ikki fingið ætlaðu byrjan upp á HM-undankappingina hesaferð. Liðið hevur spælt tveir javnleikir, fyrst 2-2 móti Eysturríki á heimavølli og síðan 1-1 móti Ísreal á útivølli.

- Tær smáu tjóðirnar eru nógv betri skipaðar nú enn tær vóru fyri bara nøkrum fáum árum síðani, sigur Steve Clarke í samrøðu við blaðið The Scotsman.

Hann vísir á, at tað eydnaðist Luksemburg at vinna á Írlandi, og at Malta megnaði javnleik 2-2 á útivølli móti Slovakia eftir at hava verið frammanfyri 2-0. Hann vísir eisini á, at Spania hevði stórar trupulleikar móti Georgia, var aftanfyri ein part av dystinum, og fekk ikki sigursmálið fyrr enn í yvirtíðini.

Og sjálvandi eisini á, at tað eydnaðist Føroyum at koma á odda móti Eysturríki, og at Føroyar megnaðu at spæla javnt í øðrum hálvleiki eftir at eysturríkarar høvdu fingið trý skjót mál móti endanum av fyrra hálvleiki.

Hartil hava skotar fyrr upplivað at missa stig móti Føroyum. Tvær ferðir hava vit spælt javnleik móti Skotlandi í undankappingum

Skotski landsliðsvenjarin er hartaður fyri bert at fáa javnleik móti Ísrael sunnudagin, men vísir á, at nógv stig eru eftir at spæla um.

- Soleiðis er fótbóltur bara. Men kappingin er long og nógv stig eru eftir at spæla um, sigur Steve Clarke við The Scotsman.

Skotland og Føroyar spæla í annaðkvøld klokkan 19.45 á Hampden Park í Glasgow.

Undan triðja umfari í bólki F liggur Danmark á odda við fullum stigatali, seks stigum. Eysturríki hevur fýra stig, Skotland tvey og Føroyar, Ísrael og Moldova hava fingið eitt stig.

Hinir dystirnir í annaðkvøld eru Eysturríki móti Danmark og Moldova móti Ísrael. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder