
Linfield er ikki ein rárur gestur í Føroyum. Nógv vinnandi norðurírska felagið - ta felagið í heiminum við flest meistaraheitum - var sum meistari í Gundadali í 2012 og vann Champions League-uppgerð á B36 eftir brotssparkskapping.
Hetta er higartil tað tættasta, sum eitt føroyskt lið er komið uppá at sláa Linfield, ella nakað norðurírskt lið, út. Belfast-felagið var í Føroyum í fýra ár á rað og so aftur í 2019. HB og Linfield spældu javnt í Gundadali tá, B36 spældi javnleik í Belfast í 2014, og NSÍ vann heimadystin í 2015 (4-3). Einki av hesum var tó nóg mikið at vinna á "The Blues".
Sí eisini: Linfield hevur tak á føroyskum feløgum
Einasta ferðin, at stórur munur var á Linfield og føroyskari mótstøðu, var í 2013. Tá vann Linfield samanlagt 5-0 á ÍF. Ein av spælarunum, ið spældi bæði í Belfast og á Tórsvølli tá, var ein tá 20-ára gamal Jákup Johansen. Hann er tann einasti á Víkinga-liðnum, sum áður hevur spælt móti Linfield
- Eg minnist ikki so væl teir dystirnar, men minnist tó at Linfield var eitt øðiliga fysiskt lið: Skjótir og sterkir og spældu nógv uppá nærdystir. Eitt sindur "gammeldags" fótbólt.
- Tað verður okkurt sovorit nú eisini. Linfield spælir við tveimum áleyparum og sparka nógv niðan á teir, sær tað út sum, staðfestir strandingurin.
Jákup Johansen til venjing hjá Víkingi. Hann var innskiftari hjá ÍF í 2013 til heldur sermektar dystir móti Linfield - nú skal áleyparin/vongurin royna at skriva søgu við Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta segði Jákup Johansen við Portalin eftir venjingina hjá Víking í kvøld - tí seinastu undan dystinum hjá Víkingi móti Linfield.
Uppgerðin hjá ÍF í 2013 varð nógv umrødd í Føroyum, tí fleiri ÍF-spælarar vóru í feriu júst tá evropeisku dystirnir vóru. Jákup Johansen hevði hug at smílast eitt sindur, tá vit komu inn á tað, og munin á hvussu føroysk feløg takkla evropeisku uppgávurnar nú:
- Tað er øðrvísi nú. Tað má man siga. Nú havi eg bara roynt at spælt evropeiskar dystir við ÍF og við Víkingi. Ta árið eg spældi við ÍF, høvdu fleiri spælarar um veturin gjørt avtalu við felagið um, at teir vóru í feriu, júst tá evropeisku dystirnir vóru. Tað var eitt sindur keðiligt...men soleiðis var tað. Fótbólturin er fluttur so nógv í Føroyum, og júst hatta hevði ikki komið fyri nú.
Til seinastu spurdu vit 32-ára gamla áleyparan, sum helst verður fremsti maður í morgin, hvar Víkingur kann gera øðrvísi enn í Champions League-dystunum móti Lincoln Red Imps av Gibraltar. Har tapti Víkingur báðar dystirnar (2-3 og 0-1) og er harvið í Conference League nú.
- Vit kunnu gott vera eitt sindur meira primitivir og kyniskir enn móti Red Imps - serliga í fyrra dystinum. Har lata vit trý mál inn vegna mistøk hjá okkum. Ístaðin fyri at satsa í nøkrum støðum, kunnu vit sparka bóltin eitt sindur meira fram, sigur Jákup.
Sí eisini: Atli: - Nú skulu vit prógva, at vit kunnu
UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Hósdagin 7. august á Tórsvølli
19.00: Víkingur - Linfield (NLR)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald