Á 120-ára degnum í síðstu viku kunngjørdi HB, at felagið hevði longt sáttmálarnar við tríggjar týðandi spælarar: Teit Matras Gestsson, Áka Samuelsen og Mathias Voss.
Sí eisini: Tríggir týðandi sáttmála á 120-ára degnum
Áhugi var fyri málverjanum og liðformanninun, unga stjørnuskotinum og orkuríka bakkinum - kanska tí besta í deildini í ár. Millum annað varð KÍ nevnt í sambandi við Teit og Áka. Áhugi var eisini fyri toppskjúttanum hjá HB og fyri Mathiasi Voss uttanfyri landoddarnar, men teir valdu at halda fram í norðara enda í Gundadali.
Hetta fegnast Símun Samuelsen, nevndarlimur, sjálvandi um.
- Man er sera fegin um at hava longt við Áka, Teitur og Voss. Nú meta vit okkum vera komnir langt í mun til hópin 2025 - Men enn kunnu væntast nakrar justeringar og/ella broytingar.
Landsliðsliðskiparin Viljormur Davidsen og sterku miðverjarnir Bartal Wardum og Samuel Johansen Chukwudi eru eisini millum teir, sum hava sáttmála við HB fyri 2025.
Símun Samuelsen er nevndarlimur og "ítrottarstjóri" í HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í eina tíð var óvist, hvørt Áki Samuelsen fór at halda fram í HB ella ikki (Mynd: Sverri Egholm)
So er tað venjaraspurningurin. Hann er sum útgangspunkt uppá pláss, men sum altíð í fótbóltsheiminum - og kring HB - ganga ymiskar søgur. Ymiskar keldur hjá Portalinum hava víst á, at tað ikki er heilt vist, at Adolfo Sormani eisini verður venjari hjá HB næsta ár.
Símun Samuelsen vil tó ikki fyrihalda seg nakað serligt til søgurnar um venjara teirra.
- Adolfo Sormani hevur sáttmála til og við 2026. Tað er tað einasta vit í HB fyrihalda okkum til og hava ikki fingið ábendingar um annað, staðfestir nevndarlimurin.
HB fer at enda við bronsu í landskappingini - helst eitt pláss longur uppi enn fleiri høvdu væntað. Liðið er eisini í steypafinaluni. B36 er á skránni 2. november, har eru bæði steyp og evropeiskar milliónir uppá pláss.
Sí eisini:
Símun Samuelsen: - Tað er einki mótvegis Hanusi Sørensen
Hanus: - Hopi bara-HB vinnur steypafinaluna - uttan meg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald