Í døgunum 2. til 14. mai komandi ár verða Føroyar vertir fyri sjálvum EM-endaspælinum fyri U17-landsliðum við gentum. Føroyar eru við sum vertsland og skulu tí royna seg ímóti nøkrum av sterkastu londum í Evropa.
Meðan liðið hjá Paula Poulsen fyrireikar seg av øllum alvi, við millum annað at spæla so nógvar venjingardystir sum gjørligt, so eru eisini nógvar fyrireikingar uttanfyri vøllin.
Andras Kjartansson Thomassen hevur høvuðsábyrgdina at samskipa kappingina. Maria Ziskason Nesá er ein av teimum, ið arbeiðir saman við Andrasi. Hon hevur í ár, í sínum starvi, roynt at varpað ljós á kvinnufótbóltin í Føroyum. Maria sigur í samrøðu við FSF Varpið, at EM-endsapælið er ein góður møguleiki at síggja gentu/kvinnufótbólt á hægsta støði, og at tað at Føroyar eru vertir, vónandi kann verða við til at skapa áhuga og at fleiri kvinnur fara at vera íblandaðar í fótbóli á ymsan hátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald