Fótbóltur

- Góðskan hjá okkum fer at vísa seg

Tað sigur Odmar Færø, sum spældi sín fyrsta dyst fyri KÍ í Betrideildini seinasta vikuskifti. Hann er follin væl til Í Klaksvík, har liðið aftur ætlar sær at verða við, har tað er stuttligt.

Odmar Færø, her í dystinum móti B36, sigur, at tað var gott at koma í gongd aftur við kappingina; tó heldur løgið á ymsan hátt (Mynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø, her í dystinum móti B36, sigur, at tað var gott at koma í gongd aftur við kappingina; tó heldur løgið á ymsan hátt (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-15 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. umfar gjørdist á ymsan hátt serligt fyri 30-ára gamla Odmar Færø. Miðverjin spældi sín dyst nummar 205 í Betrideildini, men tann fyrsta fyri KÍ. Eftir ein sera langan uppstart var nú fyrsti dystur, har stig vóru uppá spæl, á skránni. Odmar slapp tó ikki at royna at spæla á heimavølli frammanfyri áskoðarunum hjá KÍ við Djúpumýru á hesum sinni. Mótsstøðuliðið var barndómsfelagið, ið Odmar hevur spælt hinar 204 dystirnar í fremstu føroysku røð fyri. Hann hevur eisini vunnið trý FM fyri B36, men nú er hann ein umráðandi partur av verjuni hjá KÍ av føroyameistaraheitinum. 

- Eg má siga, at eg áðrenn dystin var spentur og gleddi meg sera nogv at koma í gongd. Vit hava arbeitt so hart og leingi fram ímóti kappingarbyrjan, ígjøgnum alla óvissuna, so tað var faktiskt deiligt at nú byrjað uppá landskappingina. Persónliga, so fer tað nokk altíð at verða eitt sindur serligt at spæla ímóti sínum gamla felagi, tí tað liggur so tætt at hjartanum. Aftaná dystin var eg skuffaður, tí vit ikki megnaðu at byrja nýggju kappingina vid einum sigri. Tað var tað, vit miðjaðu eftir, og tað er líkamikið, hvat mótstøðuliðið er. So var tað eisini sanniliga ein saknur í áskoðarunum, sum møta so væl upp her norðuri.

[object Object]
Odmar í stórsteypadystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá Odmari og KÍ hevur tað snúð seg um at skjótt leggja tapið móti B36 afturum seg. Í morgin bíðar næsta uppgávan, og hon er í Trongisvági móti TB: 

- Fyrst og fremst skulu vit levera ein fightarainnsats og ikki spara ein tann einasta metur, sum vit hava í beininum, fyri at vaska seinasta vikuskifti av okkum. Vit vita, at suðuroyingar eru sterkir á heimavølli. Tí skulu vit matcha teir fet fyri fet -  so skal góðskan hjá okkum vísa seg.

Javnt og ofta málfátækt í Trongisvági tá KÍ vitjar

Odmar Færø sigur, at hann trívist væl í KÍ, har har hann roynir at geva víðari av sínum royndum. Hann sigur, at sterki hópurin hevur sett sær høg mál fyri 2020: 

- Eg eri follin sera væl til og haldi meg hava fingið eitt gott forhold til allar spælararnar á liðinum. Eg eri í einum ávísum aldri nú, so eg royni at læra frá mær, so væl sum eg kann, har eg royni, so nógv sum eg kann at geva av mínum royndum til teir ungu og evnaríku leikararnar, ið vit hava í hópinum. Vit hava sett okkum høg mál innanhýsis, sum eg komi ikki at siga so nogv um alment. Vit fáa at síggja, hvussu hetta árið kemur at verða. Vit ætla okkum nogv, og at verða við har tað er stuttligt at verða.

KÍ og TB seta 2. umfar í gongd klokkan 14 í morgin. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder