Fótbóltur

- Hava nú eitt sera væl samansjóðað lið

- Vit fara sjálvandi til Runavíkar fyri at vinna – sikta eftir at íhvussu nærkast topp-fimm. Hetta sigur John Villi Wøldike Leo.

John Villi Leo í dysti móti B36 í fjør. Nú gleðir 22-ára gamli miðvallarin seg nógv at koma í gongd við kappingina (Mynd: Ólavur Frederiksen)

John Villi Leo í dysti móti B36 í fjør. Nú gleðir 22-ára gamli miðvallarin seg nógv at koma í gongd við kappingina (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-05-07 10:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesum døgum hita vit upp til Betrideildina við at taka pulsin av liðum og leikarum. Vit tosa við eitt umboð fyri hvørt felag um 1. umfar og onnur viðurskifti rundanum. 

Í Runavík vitjar TB. NSÍ er av fleiri spátt at enda nummar fimm – hesum er Pætur Hentze, ið nú er tøkur aftur, ikki samdur í. Ein av leikarunum sum gongur aftur frá í fjør hjá TB er John Willi Leo, ið leggur dent á samanhaldið á liðnum, sum hann sigur kann enda í topp-fimm.

TB kann á ein hátt kallast tann ókendi faktorurin í Betrideildini 2020. Fleiri leikarar eru farnir, men fýra nýggjur danir og tveir ghanabúgvar eru komnir til aldrusforsetan í føroyskum fótbólti. Nýggjur venjari er týski Micheal L. Winter, ið hevur eina langa fortíð í donskum fótbólti og sum hevur innført morgunvenjingar. Hvat er tað fyri eitt TB-lið, ið vit kunnu vænta í 2020? 

- Hetta er nú eitt sera væl samanspælt TB lið og eitt øðiliga hart arbeiðandi lið

Tað er John Villi Wøldike Leo, ið eigur hesi orðini. Vágbingurin í TB hevði fleiri heilt góðar dystir á miðvøllinum í fjør. Hann spældi í 2017 og 2018 við felagsliðnum, og harvið hevur hann spælt undir Glenn Ståhl, ið stendur á odda fyri NSÍ. Tað er júst í Runavík, at John Villi og TB vitja leygardagin:

- Vit koma til Rúnavíkar leygardagin fyri at vinna - sjálvandi! Vit fara at kempa alt vit eiga fyri tí.
 
22-ára gamli miðvallarin gleðir seg sum vera man endiliga at sleppa í gongd við kappingarárið, nú leikararnir so leingi fyrireika seg. Í TB er tað serliga samanhaldið og samanspælið, ið arbeitt hevur verið við

- Vit hava brúkt nógva tíð at lært allar at kenna nú. Vit hava fleiri nýggjar leikarar, og hava fingið samansjóða akkurat hvat vit vilja við hesum liðnum. Og vit eru sera spentir at sleppa í gongd nú, vit hava vant 4-5 mánaðir saman – tað veðrur deiligt at sleppa í gongd.

Í mun til málið fyri 2020 er John Villi ikki bangin fyri at sikta høgt:

- Okkara mál er fyrst og fremst at gera tað nógv betur enn síðsta ár, og so koma vit longur uppá tabelluna – kanska í topp fimm

 TB og NSÍ spæla við Løkin klokkan 15 leygardagin.


Les eisini: - Hetta hevur verið heimsins longsti uppstartur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder