Í hesum døgum hita vit upp til Betrideildina við at taka pulsin av liðum og leikarum. Vit tosa við eitt umboð fyri hvørt felag um 1. umfar og onnur viðurskifti rundanum.
Í Runavík vitjar TB. Ein av leikarunum sum gongur aftur frá í fjør hjá TB er John Willi Leo, ið leggur dent á samanhaldið á liðnum, sum hann sigur kann enda í topp-fimm. NSÍ er av fleiri spátt at enda nummar fimm – hesum er Pætur Hentze, ið nú er tøkur aftur, ikki samdur í
NSÍ hevur til hetta kappingarárið fingið nýggjan venjara. Talan er um 48-ára gamlia svian Glenn Ståhl, sum í 2018 var venjari hjá felagsliðnum í Suðuroynni. Vit spyrja Pætur Hentze, hvat nýggi venjarin er komin við, og hvat NSÍ hevur arbeitt við í longu upptaktini.
- Fyrst og fremst hava vit lagt spælistílin eitt sindur um. Vit hava í øllum venjingardystunum spælt við fimm leikarum í bakketuni og tveimum áleyparum. Eisini hava vit arbeitt nógv við, hvussu vit skulu byggja spælið upp, og hvørjar innanhýsir avtalur vit hava á ymisku plássunum.
- Koronatíðin bleiv eitt sindur óviss, men hon bleiv brúkt uppá ein jaligan hátt, har vit kundu byggja enn meira uppá tann kroppsliga partin, styrki og konditión - nú sleppa vit endiliga í gongd. Hetta hevur verið heimsins longsti uppstartur, so um man ikki er til dystin fús nú, verður man tað ongantíð. Vit hava arbeitt miðvíst og hart, so vit eru klárir.
Undir Glenn Ståhl fer NSÍ at spæla 5-3-2. Pætur Hentze roynir at seta seg á plássið sum ein av vongbakkunum.
Til tað at fleiri hava sett NSÍ at enda nummar fimm, hevur ungi bakkurin hetta svarið:
- Tað munnu vera nógv, sum hava mist pengar uppá tipping gjøgnum ár og dag. Soleiðis verður helst eisini hjá teimum, sum tippa okkum nummar fimm
Seinastu 15 árini, síðani besta deildin fór til 27 umfør, er NSÍ bert tvær ferðir endað uttanfyri topp-fýra (2006 og 2012). Einki liðugt hevur verið so støðugt í júst tí (HB og B36 eru tríggjar ferðir endaði uttanfyri topp fýra hvør)
Fyrsta uppgáva hjá NSÍ er leygardagin móti TB á heimavølli. Soleiðis sær Pætur Hentze uppá hana:
- Fyrsti dystur er altíð ein sera trupul uppgáva, líkamikið hvat mótstøðuliðið er. TB hevur gjørt tað gott í venjingardystunum, og her eru eisini fleiri nýggir útlendskir leikarar komnir til felagið. So tað eru nakrir ókendir faktorar, sum vit ikki vita so nógv um. Vit fara tó at leggja okkum eftir at stýra dystinum við okkara spæli og fáa sett hol á málskjótingina í ársins fyrsta dysti. Tað verður trupult, men vit fara eftir øllum.
Pætur hjálptur av vøllinum eftir hørðu takklingina (Mynd: Olaf Olsen)
Fyri 20-ára gamla bakkin kann tað gerast eitt comeback í almennum dysti. Fyri tíggju mánaðum síðani breyt hann tvey bein í fótinum í Europa League-dystinum móti Ballymena á Svangaskarði:
- Eg eri ómetaliga spentur at sleppa spæla orduligar dystir aftur. Eg havi vant fult við alt árið, føli einki til fótin meira, so eg føli meg 100 prosent kláran til vinna mær eitt pláss á vøllinum.
Les eisini: - Hava nú eitt sera væl samansjóðað lið
Fótbóltur
- Hetta hevur verið heimsins longsti uppstartur
Tað er á ein hátt meira galdandi fyri Pætur Hentze enn so nógvar aðrar, tí 20-ára gamli bakkurin gjørdist álvarsliga skaddur seinasta summar. Nú er í hann gongd við at arbeiða fyri plássinum í NSÍ.
Pætur Hentze í Europa League-dystinum á Savnagaskarði í fjør, har hann spældi væl, men gjørdist álvarsliga skaddur. Bakkurin var tá í gongd við at byggja uppá sítt gjøgnumbrot í 2018 (Mynd: Olaf Olsen)
2020-05-07 11:57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald