Hondbóltur

- Hava royndirnar undir trýsti

Tapið fyri Egyptalandi í fjórðingsfinaluni 2023 var helst mítt størsta vónbrot í hondbólti, sigur Hjalti Mohr Jacobsen. U21-venjarin var tó errin av sjálvum avrikinum tá - og at hesir árgangirnir aðru ferð á rað hava spælt seg í eina HM 1/4-finalu.

Í august 2023 vóru teir, sum nú eru í Póllandi, fyri fjórðingsfinalutapið í U19 HM. Egyptar vendu øllum seinastu løtuna - í kvøld skal tað vera øðrvísi (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Í august 2023 vóru teir, sum nú eru í Póllandi, fyri fjórðingsfinalutapið í U19 HM. Egyptar vendu øllum seinastu løtuna - í kvøld skal tað vera øðrvísi (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2025-06-26 10:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Portalurin (Pólland) - Hetta verður ein dystur, har vit skulu vera sinnisliga sterkir. 

Hetta hevur Hjalti Mohr Jacobsen staðfest fyri Kringvarpinum, í stórari grein á heimasíðuni hjá altjóða hondbóltssamgonguni, og tað endurtók hann fyri Portalinum í gjárkvøldið, nú HM-fjórðingsfinalan nærkast av álvara.

Annar av U21-venjarunum heldur fyri, at føroysku spælararnir burdu verið væl brynjaðir til støðuna, sum er móti Slovenia í kvøld: Man skal vinna fyri at koma víðari.

- Hesi seinastu árini hava vit ofta verið í einari støðu, har man "spælir fyri lívinum", sum vit kalla tað. Tað hava vit sum so eisini havt í hesari kappingini. Nógvir eru eisini vanir við tað frá finalum og øðrum í feløgunum. Í hesum hópinum eru spælarar, sum ofta hava spælt undir trýsti, og vit meta - og vóna - at tað er í viðførinum sum skal til. Eisini á tí sinnisliga økinum.

[object Object]

Sí eisini: Spælararnir burdu verið brynjaðir til stóru uppgávuna

Fjórðingsfinalumarran í Kroatia: - Vónbrotin men errin

- Tá tað kemur til ítrótt, er hatta helst tann mest skuffandi løtan, sum eg havi havt.

Hetta staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen, tá vit spyrja hann um kensluna eftir HM-fjórðingsfinalutapið fyri Egyptalandi í 2023. Venjarin staðfestir, at Føroyar spældu eitt ógvuliga flott endaspæl og eina flotta fjórðingsfinalu, men tað at missa eina trý-máls leiðslu seinastu 100 sekundini ella so, píndi sjálvandi.

[object Object]
Ógvuliga tungar løtur í Varazdin. Føroyska liðið hevði sigurin á hondum, men tá stórur hálvannar minuttir var eftir av vanligu leiktíðini, byrjaði tað at ganga galið. Egyptar vunnu, og ístaðin fyri hálvfinalu og heiðursmerkjastríð endaði tað við føroyskum 8. plássið til U19 HM (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Egyptar vunnu eftir longda leiktíð hendan dagin í Kroatia. Føroyar kunnu enda við at hitta Egyptaland, um tað hesaferð endar við hálvfinaluplássið.

Hetta hevur Hjalti Mohr Jacobsen góðar vónir um. Venjarin staðfestir við Portalin, at man hugsavnar seg um, at tað aftur er flott at koma hertil, og at føroyingar kunnu standa ímóti.

- Sjálvandi merkja vit týdningin og áhugan, men eg síggi tað sum um, at vit eru tað fyrsta føroyska landsliðið, sum tvær ferðir er komið í eina fjórðingsfinalu. Tað er ein sigur í sær sjálvum. Har er eitt ávíst trýst, men vit hava ein møguleika móti Slovenia og spælarar, ið hava roynt nógv ymiskt.

Hoyr ljóðbrotð ovast har Hjalti eisini setur orð á Slovenia sum mótsstøðulið

Sí eisini: Triðja HM-fjórðingsfinalan á rað

Føroyar og Slovenia spæla í kvøld, hósdagin 26. juni, klokkan 20. Vinnarin skal spæla hálvfinalu fríggjakvøldið - móti Portugal ella Egyptalandi.

--------------------------------------------------------------

U21 HM-fjórðingsfinalur
Í morgin, hósdagin 26. juni

17:30: Portugal - Egyptaland (Arena Sosnowiec)

17.30: Týskland - Svøríki (Arena Katowice)

20.00: Føroyar - Slovenia (Arena Sosnowiec)

20.00: Danmark - Noreg (Arena Katowice)

Les eisini: Fýra Norðurlond í fjórðingsfinaluni - Spania er úti

Atgongd til dystin í dag kann keypast her - fyri umleið 60 krónur

--

Um ein ikki vil í gongd við stroyming - ella vil hava okkurt annað samstundis - ber til at fylgja við beinleiðis bloggi her á Portalinum, sum í morgin eisini fer at hava myndir meðan dysturin er í gongd. Eisini ber til at fylgja við á livescore tænastuni ovast á forsíðuni á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder