
Katowice, Pólland (Portalurin): - Hópurin er væl fyri eftir ein frídag frá dysti. Vit hava vant fyrr í dag, og Djóni og eg hava hugt eftir nógvum video av Slovenia.
Soleiðis greiðir Hjalti Mohr Jacobsen frá, tá vit fáa orð á venjaran á leikaragistingarhúsinum her í Katowice.
Eftir at hava sæð nógv video og eisini havt fund við spælarar, kann Hjalti staðfesta, at Slovenia er eitt lið, sum líkist Føroyum nakað:
- Teir hava nakrar góðar spælskiparar og strikuspælarar. Vit vænta millum annað, at tað ikki verður sama kropsliga styrki sum fraklendingar komu við. Hetta eru snildir spælarar, sigur 39-ára gamli havnarmaðurin um mótstøðuliði í fjórðingsfinaluni.
Talan er eisini um eitt lið, sum skýtur ógvuliga lítið útifrá: Eingin í kappingini hevur færri langskot enn Føroyar, men tað eru bert Føroyar, ið hava færri slík enn Slovenia, staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen. Hann heldur annars, at føroyska liðið hevur tað, ið skal til, fyri at standa ímóti slovenska trýstinum.
Sí eisini: Triðja HM-fjórðingsfinalan á rað
Spælararnir burdu verið búnir til slíka uppgávu, heldur annar av venjarunum (Mynd: IHF/Kolektiff)
Merkja væl týdningin - eru væl fyrireikaðir til uppgávuna
Tað er stórur áhugi fyri HM-fjórðingsfinaluni. Í Føroyum verður dysturin millum annað vístur á stórskíggja í Vágsbotni, og júst Hjalti Mohr Jacobsen var í stórari grein á heimasíðuni hjá IHF í dag
Vit spurdu Hjalta, hvussu man merkti týdningin av dystinum og áhuganum fyri honum - og um føroyska liðið var til reiðar til hetta:
- Sjálvandi merkja vit áhugan. Tað er heldur ikki so, at vit ikki siga við spælararnar, at teir ikki skulu hyggja á miðlarnar.
- Hetta er eitt lið við spælarum, sum eru vanir við at vera í "lív ella deyða" støðum í kappingum. Teir flestu hava eisini spælt finalur og annað í sínum feløgum. So vit hava eina vón og væntan um, at ungu menninir eisini kunnu takkla hesa støðuna, nú vit kunnu skriva søgu aftur.
Føroyar og Slovenia spæla í morgin, hósdagin 26. juni, klokkan 20 í kvøld. Vinnarin skal spæla hálvfinalu fríggjakvøldið - móti Portugal ella Egyptalandi.
--------------------------------------------
U21 HM-fjórðingsfinalur
Í morgin, hósdagin 26. juni
17:30: Portugal - Egyptaland (Arena Sosnowiec)
17.30: Týskland - Svøríki (Arena Katowice)
20.00: Føroyar - Slovenia (Arena Sosnowiec)
20.00: Danmark - Noreg (Arena Katowice)
Les eisini: Fýra Norðurlond í fjórðingsfinaluni - Spania er úti
Atgongd til dystin í morgin keypast her - fyri umleið 60 krónur
--
Um ein ikki vil í gongd við stroyming - ella vil hava okkurt annað samstundis - ber til at fylgja við beinleiðis bloggi her á Portalinum, sum í morgin eisini fer at hava myndir meðan dysturin er í gongd. Eisini ber til at fylgja við á livescore tænastuni ovast á forsíðuni á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald