Fótbóltur

- Heimaliðið ger alt fyri at sleppa undan at spæla

Varaforsetin hjá Slovan Bratslava leggur á heimasíðuni hjá felagnum KÍ undir at royna at vinna uttan dyst. Støðan er framvegis tann, at tað er óvist, um dysturin í Klaksvík verður spældur.

"Nýggi hópurin" hjá Slovan Bratislava kom til landið í gjár. Norðlýsið skrivaði fyrrapartin, at ein av leikarunum varð testaður positivur (Mynd: jn.fo)

2020-08-21 13:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 17.00 skulu KÍ og Slovan Bratislava spæla í 1. umfari í Champions League. Hetta er framvegis støðan. Niðurstøðan frá farsóttarnevndini, sum skuldi koma á middegi, ella eitt sindur seinni, er ikki komin. 

Á middegi segði varaforsetin (aðalstjórin) í Slovan Bratislava við heimasíðu felagsins, at endaliga avgerðin um dystin skal spælast ella ikki, ikki er tikin enn.

- Avgerðin fellur einaferð seinnapartin. Sum nú er, so gongur alt fyri seg sum tað vanliga ger upp til slíkan dyst, og vit fara til ein fund nú. 

Ivan Kmotrík Jr leggur síðani eftir KÍ: 

- Tíverri ger heimaliðið ger alt fyri at sleppa undan at spæla.

Tað er eingin ivi um, at Slovan Bratislva roynir at leggja trýst á fyri at dysturin skal spælast, og als ikki sær koronastøðuna á sama hátt sum KÍ, ið sjálvandi roynir at verja sínar leikarar, ger. Avgerðin um dysturin skal spælast ella ikki liggur heldur ikki hjá KÍ. 

Mikkjal Thomassen segði við Portalin mikukvøldið, at atburðurin og hugburðurin, sum Slovan Bratslava hevur víst er, hugstoyttur, og at teir hava spælt skitið spæl í støðuni.

Les eisini: Framvegis ein ávis óvissa
                 Positiv kanning í Slovan Bratislava-hópinum
                 Thetis: Úrslitini fyrilógu klokkan 20 í gjárkvøldið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder