Fótbóltur

- Hesir dreingirnir hava veruliga uppiborið betri

Hetta sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari hjá føroysku U17-dreingjunum, ið tapti 2-0 fyri Norðurírlandi í NM-kappingini í gjár.

Mynd: Peter Johanson

Mynd: Peter Johanson

2019-08-09 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seint seinnapartin hósdagin slapp føroyska U17-landsliðið við dreingjum umsíðir á vøllin aftur, tá næsti dystur í NM-kappingini var á skránni. Dysturin móti Norðurírlandi skuldi upprunaliga verðið spældur á middegi mikudagin, men orsaka av ógvusligum toruslátturin á Fjóni varð hann útsettur til á middegi hósdagin.  Men eisini tá órógvaði toran, og tí varð dysturin fluttir til klokkan 18.00 danska tíð.

Les eisini: Torsláttur ávirkar NM í Danmark

Í sólskini leiktu Føroyar og Norðurírland ein javnan dyst. Hagtølini hjá dystir.fo vísa, at føroyingarnir høvdu fleiri vandamiklar møguleikar, hóast liðiini høvdu so at siga eins nógvar skotroyndir 

- Vit eru væl við í øllum dystinum, og um hugt verður eftir hagtølunum, so eru vit eisini betri enn teir á fleiri økjum. Men stóri munurin er, at teir revsa okkum beinanvegin, tá vit gera feilir, meðan vit ikki eru eins avgjørdir, tá vit koma í vandamiklar støður, sigur Áki Johansen, [object Object]
(Norðurírland skoraði til 1-0 uppá brotsspark - Mynd: Peter Johanson)

Norðurírland kom á odda við brotssparki stutt fyri steðgin, og økti tá ein tími var leiktur: 

- Kenslan aftaná dystin var lík henni, tá vit fyrr í ár spældu móti Estlandi og Litava í menningarkappingini. Vit eru væl við, spæla væl og koma fram til fleiri góðar kjansir. Vit hava so stórar málmøguleikar, at vit ein vanligan dag fáa fleiri mál. Men vit fáa ikki bóltin í málið, og tí er tað eyka harmuligt og spell, tí hesir dreingirnir hava veruliga uppiborið betri.

[object Object]
(Mynd: Peter Johanson)

Landliðsvenjarin sigur við heimasíðuna hjá FSF, at leikararnir vóru nakað ávirkaðir av, at dysturin varð fluttir tvær ferðir: 

- Fyrireikingarnar til dystin verða sjálvandi eisini nógv ávirkaðar av, at dysturin verður útsettur tvær ferðir. Okkara spælarar fyrireika seg mentalt og fysiskt, men sleppa so ikki á vøllin. Og tað órógvar sjálvandi. Men hetta skal tó ikki vera nøkur umbering, tí trygdin hjá spælarunum hevur altíð fyrstu og hægstu raðfesting, sigur .

Triðji og seinasti dysturin í NM-kappingini 2019 hjá føroyska liðnum verður leygardagin klokkan 10:30, tá Føroyar og Ísland møtast í Nørre Aaby. Liðini spæla um 7. plássi. 

 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder