Fleiri føroyskir spælarar eru nú í gongd við endaspøl ella upp- og niðurflytingardystir í ymisku londunum kring okkum. Eisini eru fimm føroyingar framvegis við í evropeisku kappingunum. Talan er um fimm menn í trimum ymiskum kappingum: Elias Ellefsen á Skipagøtu í Champions League, Hákun West av Teigum, Jóhan á Plógv Hansen og Óli Mittún í European League og Allan Norðberg í European Cup.
Allan vann íslendsku steypakappingina við Vali í mars, og liðið er nú í hálvfinalunum í landskappingini.
- Tað er altíð ein heilt serligur stemningur, tá ið endaspælið ferð í gongd. Tá verður gjørt nógv burturúr til allar dystir, og munandi fleiri áskoðarar koma til dystir. Hetta ger hesar spennandi dystir enn stuttligari at spæla, sigur 30-ára gamli strandingurin við Portalin
Sí eisini: Spennandi dagar hjá Allani og Vali
Allan Norðberg hevur spælt í Íslandi síðani 2018 og hevur roynt endaspælsdystir, men nú er tað við einum liði, ið hevur góðan møguleika at vinna íslendska meistaraheiti.
Allan sæst uttast til vinstru, eftir at Vakur vann steypakappingina
Fyrsta hálvfinalan í íslendsku kappingini móti Afturlending verður mikudagin 24. apríl. Dystarskráin er tætt nú, og áðrenn tað er eisini stór uppgáva á skránni: Fyrra hálvfinalan í European Cup. Dysturin er ímillum tær báðar hálvfinalurnar móti Minaur Baia Mare. Portalurin spurdi Allan Norðberg, hvussu hann sær uppá uppgerðina og møguleikarnar.
- Tað er ringt at siga; vit møta einum top liðið úr Rumenia. Minaur Baia Mare er nakað sterkari enn Steaua, sum vit vunnu á í fjórðingsfinaluni. Høvuðsfokus er á okkum sjálvar og at fáa okkara taktisku uppleg at rigga. Eynast tað so havi eg góðar vónir at koma í finaluna.
European Cup er triðsterkasta evropeiska kappingin. Fýra føroysk feløg vóru í fyrstu umførunum. Annika Fríðheim Petersen var í fjør við danska NFH í European League-finaluni - eingin annar føroyingur hevur spælt evropeiska finalu. Omanfyrinevndu fýra føroyingarnir spæla í fjórðingsfinalunum í European League og Champions League í næstu viku: Óli og Hákun ímóti hvørjum øðrum í Göteborg týskvøldið.
Fyrra hálvfinalan hjá Allani og Vali verður á heimavølli sunnukvøldið 21. apríl klokkan 20.30 føroyska tíð.
Allan Norðberg hevur seinastu mongu árini verið fastur á A-landsliðnum, men til HM-dystirnar móti Norðurmakedónia varð bert ein høgri vongur úttikin: Hákun West av Teigum. Hetta varð kunngjørt fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald