Um middagsleitið kunngjørdi danska Ekstrablaðið, at miðilin hevði tryggjað sær rættindi til at vísa føroyskan fótbólt hetta kappingarárið.
Ein dystur verður vístur á heimasíðuni hvørt umfar - byrjað verður við NSÍ - TB leygardagin, og fyrstu fýra umførini verður tað sami dystur sum verður á Rás 1.
Les eisini: Ekstrablaðið fer eisini at senda føroyskan fótbolt
Í greinini, har tað varð kunngjørt, verður Jesper Brinck nevndir sum ein av donsku leikarunum í deildini. Sterki verjuleikarin kom til KÍ seinasta vetur. Hann kom á Ársins lið og var til at vinna FM og at koma víðari í Europa League. Vit spurdi hann, hvat hann heldur um, at fremsta føroyska deildin nú eisini kann síggjast hjá donskum miðli:
- Eg haldi, at tað er stuttligt og gott, at Betrideildini eisini verður send í Danmark nú. Vit eru jú í einari serstøðu, tí tað verður næstan tann einasta deildin, sum verður í gongd.
Sýningargluggi
Jesper Brinck vísur eisini á, at hendan hátt verður deildin víst betri fram, eins og leikararnir ið spæla í føroyskum fótbólti:
- Tað er ein sýningargluggi fyri deildina sum heild, og fyri tann einstaka leikaran eisini. Tað burdi verið dreymurin hjá øllum leikarum at spæla fyri so nógvum fólkum sum gjørligt.
Sum dani gevur hetta eisini nakað serligt:
- Tá gevur eitt serligt virði sum dani, at deildin verður víst í Danmark eisini. Familja og onnur fáa nú lættari atgongd til dystirnar.
Jesper Brick og KÍ verða ikki at síggja hjá hyggjarum á Ekstra Bladet PLUS í 1. umfari, men Televarpið og norska TV2 vísur endurtøkuna av FM-finaluni í fjør leygardagin klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald