Ekstrablaðið hevur nú kunngjørt, at Betrideildin verður at síggja á heimasíðuni. Tað er fyri tey, sum eru sokallaðir "PLUS-kundar"
- Nógv sakna fótbólt sera nógv, og vit hesari avtaluni fáa vit íhvussu er kannað, HVUSSU stórur saknurin er eftir eitt sindur av beinleiðis fótbólti.
Hetta sigur Allan Olsen, ítróttarstjóri á Ekstrablaðnum, ið hevur keypt rættindi til Betrideildina.
Ekstrablaðið fer at senda ein dyst hvørt umfar - alt kappingarárið. Byrjað verður við NSÍ - TB leygardagin klokkan 15. TB hevur fýra danir á liðnum.
Televarpið hevur rættindini í Føroyum. Norska TV2 hevur keypt rættindini til at vísa tey fyrstu 12 umførini - fram til summarsteðgin.
Les eisini: Veddingarfyritøkur fara eisini at vísa føroyskan fótbólt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald