Fótbóltur

Veddingarfyritøkur fara eisini at vísa føroyskan fótbólt

Televarpið hevur fingið eina triðju avtalu viðvíkjandi rættindunum uppá pláss, og býtir inntøkurnar, sum koma frá útlendsku fyritøkunum, við FSF.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-05-07 15:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag gjørdist greitt, at ikki bara norska TV2 fer at senda Betrideildini uttanfyri landoddarnar í 2020. Ekstrablaðið boðaði á heimasíðu sínari frá, at miðilin hevði tryggjað sær rættindini til fremstu føroysku mansdeildina. 

Les eisini: Ekstrablaðið fer eisini at senda føroyskan fótbolt

Tað verður møguligt um ein fær sær Ekstra Bladet PLUS hald. Ekstrablaðið skrivaði fyrr í dag, at har verður ein dystur vístur hvørt umfar alt kappingarárið. Televarpið, ið hevur rættindini í Føroyum til at senda Betrideildina. Televarpið boðar í tíðindaskrivi frá, at fyrstu fýra umførini verður dysturin, sum verður á Rás 1, eisini á eb.dk. 

Avtala komin í lag við veddingarfyritøkur

Edvard í Skorini Joensen segði við Portalin 20. apríl, at veddingarfyritøkur vóru ein møguleiki, og í fráboðanini um avtaluna við norska TV2 fríggjadagin skrivaði Televapið, at samráðingar vóru í gongd við veddingfyritøkur. 

Nú er ein avtala veruleiki. Televarpið hevur í dag gjørt avtalu við fyritøku, sum veitir veddingarfyritøkum beinleiðis sjónvarpsmyndir. Avtalan er galdandi fyri alt kappingarárið í 2020. 

Nakrar veddingafyritøkur nýta tað at senda beinleiðis frá dystum í einum minni skermi. Bet365 er ein av teimum.

Les eisini: Televarpið økir um framleiðsluna

Inntøkurnar býttar millum FSF og Televarpið

Á sosialu miðlunum og aðrastaðni hava summi fólk seinastu dagarnir spurt um feløgini fáa nakað burtrav avtaluni við TV2 Norge. 

Síðst í tíðindaskrivinum frá Televarpinum stendur, at inntøkurnar, sum koma frá útlendsku fyritøkunum, verða býttar millum Fótbóltssamband Føroya og Televarpið. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder