Síðani tað fríggjadagin varð kunngjørt, at Betrideildin hjá monnum verður at síggja í norskum sjónvarpi fram til í juli, hevur tað fylt nógv í kjakinum og í prátinum um føroyska fótbóltsheimin. Tað verður tó ikki á TV2 Norge, at íbúgvarnir í Føroyum kunnu síggja Betrideildinia, men eins og í fjør: Hjá Televarpinum.
Avtalan um rættindini millum Fótbóltssamband Føroya og Televarpið kom í lag tíðliga í 2019, og í fjør sendi Televarpið frá øllum 27 umførunum. Ein høvuðsdystir var hvørt umfar, sum var á Rás 1, og sum harvið var ókeypis. Har vóru frásøgufólk, viðmerkjari, endurtøkur og grafikkur.
Tá allir dystirnir ikki lógu samstundis ella hvønn dag, varð onkutíð nógv gjørt við tveir dystir í hvørjum umfari, men tað skuldi gjaldast fyri teir, sum vóru á R2, R3, R4 og R5, uttan so at ein hevur Stórapakka +, og tað var ikki frásøgufólk til allar dystirnar.
Rásirnar 2-5 verða framvegis gjaldsrásir, upplýsir Televarpið, og dystirnir kunnu síggjast í sjónvarpinum, á appini, á netvarpinum (tv.fo) og á IPTV. Rás 1 er framvegis ókeypis, um so ein hevur Televarp-hald ella ikki. NSÍ - TB verður á Rás 1 leygardagin, hevur Televarpið upplýst í dag.
Tríggjar høvuðsbroytingar verða í ár, hava vit fingið upplýst:
Frásøgufólk
Nú verður frásøgufólk til allar dystirnar í hvørjum umfari. Seinastu tíðina eru fleiri frásøgufólk knýtt til framleiðsluna hjá Televarpinum.
Hæddarpunkt:
Í fjør vórðu nógv ið saknaðu at fáa hæddarpunkt frá dystunum sama kvøld ella tíðliga dagin eftir. Tað hevði 3-2 hjá Kringvarpinum staðið fyri árini frammanundan, men tá Televarpið ognaði seg rættindini, kundi 3-2 ikki senda hæddarpunktini fyrrenn í fyrsta lagi 24 tímar eftir dystarlok. Televarpið framleiddi ikki hæddarpunkt á sama hátt, men í ár verða hæddarpunkt frá øllum dystunum tøk á Rás 1 sama kvøld, frætta vit frá framleiðaranum
Endurtøkur:
Arbeitt verður at vísa endurtøkur til fleiri dystir. Miðja verður eftir, at replay verður víst til allir fimm dystirnir í hvørjum umfari seinni í ár.
Betrideildin byrjar leygardagin 9. mars.
Les meira: Her er dystarskráin fyri leygardagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald