Fótbóltur

Her er skráin fyri leygardagin

Tveir dystir standa til at byrja klokkan 15 - seinasta bríksl í 1. umfari verður helst stutt áðrenn klokkan 21.

NSÍ tekur leygardagin klokkan 15 móti TB - Daniel Johansen og HB skulu spæla ímóti EB/Streymi (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ tekur leygardagin klokkan 15 móti TB - Daniel Johansen og HB skulu spæla ímóti EB/Streymi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-04 20:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin fer bólturin aftur á rull í Betrideildini. Tað hevur verið bíðað eftir hesum leingi - tveir mánaðir afturat teimum stóru fýra mánaðunum, sum ætlanin var, at tað skuldi. Á tíðindafundi beint áðrenn páskir boðaði løgmaður frá, at ítróttarkappingar kunnu byrja aftur 9. mai, og tað verður Betrideildini hjá monnum, ið sum tann fyrsta sum fer í gongd; júst hesa dagfestingina. 

Ikki síðani 2003, tá fyrsta umfar varð leikt 16. mai, er 1. umfar bríkslað í gongd so seint.

Les eisini: Yvirlit yvir seinastu venjingardystirnar

Dystirnir eru spjaddir nakað út. Tveir eru fyrsta tíðspunktið, klokkan 15.00. Ein í Gundadali og ein við Løkin. Sambært bolt.fo stóð dysturin við Løkin fyrst at verða klokkan 13.00, men hetta er nú broytt.

Skála og ÍF byrja ein tíma seinni. Stóri dysturin í umfarinum, millum nummar eitt og tvey í fjør, byrjar klokkan 17, og seinasti dysturin fer í gongd klokkan 19 á Argjum

1. umfar í Betrideildini
Leygardagin 09.05

Klokkan 15.00: NSÌ-TB
                       HB-EB/Streymur

16.00: Skála-ÍF 

17.00: KÍ-B36

19.00: AB-Víkingur


Vit fara at fylgja gongdini í dystunum ígjøgnum dagin og verða til staðar við myndatólunum á ymsum støðum.

Tíverri sær veðrið, sum nú er, ikki at verða so gott til fótbólt leygardagin (Les meira:  Kunnu vænta kavaæl til 1. umfar

Televarpið vísir allar dystirnar beinleiðis - ein á Rás 1. TV2 í Noreg fer at senda HB-EB/Streym, KÍ-B36 og AB-Víking. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder