Fótbóltur

- Hevur tað nakrantíð verið heima

Danski málverjin, ið hevur búð í Onglandi størsta partin av sínum lívi, kundi ikki lata vera við at prika ein bretskan tíðindamann við einum spurningi á tíðindafundinum í London fyrr í kvøld. Danska liðið fekk eina vakra fráfaringarløtu í Helsingør í morgun.

Kasper Schmeichel og Thomas Delaney í bussinum beint áðrenn fráferð úr Helsingør har ein rúgva av dønum vórðu møttur upp at siga farvæl (Mynd: EPA)

Kasper Schmeichel og Thomas Delaney í bussinum beint áðrenn fráferð úr Helsingør har ein rúgva av dønum vórðu møttur upp at siga farvæl (Mynd: EPA)

2021-07-06 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er vorðið eitt slag av siðvenju undir hesum endaspælunum: Tá donsku leikararnir og øll í toyminum fara av gistingarhúsinum í Helsingør til dyst, fær ferðalagið eitt ordans farvæl frá einari rúgvu av dønum, ið møta upp og vísa sín stuðul og kærleika til landslið sítt og "sínar dreingir".

Til dystirnar í bólkaspælinum var tað ein lutfalsliga stuttur túrur frá Hotel Marienlyst inn til Eysturbrúgv í Keypmannahavn, ið tað snúði seg um. Fólkamongdin er vorðin størri, so hvørt sum kappingin er liðin, og til knock-out dystirnar er tað fyri at ynskja leikarunum góðan túr til Kastrup og síðani víðari til fyrst Amsterdam - áttandapartsfinalan - og síðani Baku - fjórðingsfinalan. Í báðum førunum eru leikararnir móttiknir sum hetjur, tá teir eru komnir aftur tik Kastrup og til til basan í Norðursælandi. Í dag fóru teir harfrá fyri seinastu ferð í endaspælinum. Danmark spælir hálvfinalu í London í morgin, og har verður finalan eisini sunnudagin. 

Danska landsliðið verður her sent avstað við manér 

Højbjerg og Schmeichel á heimavølli - snýr seg um ikki um at forða fyri "Fotball's coming home"

Danska liðið fekk eitt stórfingið farvæl í Helsingør í morgun, har glaðir fjepparar  sólini fagnaðu leikarunum, tá teir fóru í leikarabussin. Komnir til London gekk leiðin hjá danska liðnum til venjingarmiðstøðina hjá Tottenham, har liðið hevði eina heilt lætta venjing í kvøld - har einki varð víst fyri mongu onglendingunum - og har Pierre-Emile Højgbjerg hevur sína dagliga gongd. Júst miðvallarin var á tíðindafundinum saman við Kasper Schmeichel, ið eisini spælir í Premier League.

Teir tosaðu um spennandi og stóru uppgávuna hjá Danmark á Wembley í annaðkvøld, umframt tað sterka samanhaldið og stóra sjálvsáltið í hópinum á ein róligan hátt. Teir vórðu millum annað spurdur um Harry Kane, ið Højbjerg er liðfelagið við í Tottenham, og sum hevur skorað nógv mál móti Schmeichel.

34-ára gamli málverjin var tó nakrar ferðir inni á, at onglendingar sjálvandi eru sterkir, men at fokus var á teimum sjálvum, ikki á Onglandi og ikki á hendingini sjálvari, sum hálvfinalan er, men at tað er ein fótbóltsdystur. Og maðurin. sum meginpartin av lívinum hevur búð í Onglandi - orsakað av yrkisleiðini hjá sær sjálvum og pápanum - hevði mest minniliga sitati á tíðindafundinum, tá ein bretskur tíðindamaður spurdi, um hvat tað hevði merkt fyri danir, um teir høvdu forað fótbóltinum (steypinum) at komið heim - It's coming home: 

- Hevur tað nakrantíð verið heima? Í 1966 var tað HM og ikki EM. Hava tit nakrantíð vunnið tað?

[object Object]Schmeichel og Hjulmand á einnum svala á Hotel Marienlyst eftir heimkomu úr Baku. Í dag vóru teir á tíðindafundi í London (Mynd: EPA)

Hetta segði Leicester-leikarin við einari álvarsamari rødd á perfektum enskum, men tó við einum skálkabrosi. Højbjerg fekk ikki hildið sær at flenna, meðan ljóshærdi málverjin helt fram

- Fyri at vera erligur, so havi eg ikki nýtt tíð at hugsa um, hvat tað hevði merkt at støðga Onglandi at vinna. Eg havi hugsa meira um, hvat tað hevði merkt fyri Danmark at vinna. Enska landsliðið merkir ikki nakað fyri meg. Eg hugsi um, hvat tað hevði merkt fyri okkara land. Tí gleðina, ið tað hevði skapt í einum landi við bara 5,5 milliónur at megna hetta - tað at vit veruliga kappast móti teimum liðum, sum vit gera nú, er stórt.

Hjulmand takkað fyri stóra stuðulin og rósti eisini sínum liði, tá hann hevði tíðindafund beint áðrenn leikarar sínir. Danski venjarin viðgekk, at onglendingar eru favorittar, men hann gjørdi greitt, at danir ikki bara fóru at liggja afturi og verja í morgin. Ætlanin var at gera tað til ein "livandi" dyst, har onglendingar av álvara skuldu kenna seg hóttar ofta.

Danmark og Ongland spæla EM- hálvfinalu á Wembley í annakvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 20. Danmark vann EM í 1992 og hevur ikki verið í einari hálvfinalu síðani. Ongland hevur ongantíð vunnið EM, og hevur ikki verið millum tey seinastu fýra síðani endaspælið á heiamvølli fyri 25 árum síðani.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder