Fótbóltur

4-1 sigur til Dan Brimsvík og teir í fyrstu royndini

Føroyingurin fekk flúgvandi byrjan sum fyribils venjari hjá Lyngby, og liðið er í løtuni á odda í næstbestu donsku deildini.

Fyrsti landskappingardystur eftir landsliðssteðgin í næstbestu donsku deildini var á skránni í gjákvøldið - Dan Brimsvík er fyribils í nýggjum leikluti í Lyngby (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsti landskappingardystur eftir landsliðssteðgin í næstbestu donsku deildini var á skránni í gjákvøldið - Dan Brimsvík er fyribils í nýggjum leikluti í Lyngby (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-12 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni hevur Dan Brimsvík, saman við Andreas Bjelland og Bertram Gylling, ábyrgdina fyri besta liðnum hjá Lyngby.

Hetta vegna at Morten Karlsen í landsliðssteðginum fekk sekkin. Meðan Lyngby leitar eftir nýggjum høvuðsvenjara, skal teirra føroyski "Head of Coaching" standa á odda við síðulinjuna.

Sí eisini: Dan Brimsvík fyribils høvuðsvenjari hjá Lyngby

Fyrsti landskappingardystur eftir landsliðssteðgin í næstbestu donsku deildini var á skránni í gjákvøldið, tá Lyngby vitjaði í Hobro í fyrsta dystinum í níggjunda umfari. Heimaliðið legði seg á odda í 12. minutti, men longu minuttin eftir skoraði Frederik Gytkjær til 1-1.

Hæddarpunkt síggjast her

Gytkjær skoraði eisini tvær ferðir eftir steðgin, og síðani skoraði innskifti Mathias Kaarsbo sítt fyrsta mál fyri fyrsta liðið hjá Lyngby. 4-1 til sælendska liðið, sum í løtuni er á odda í tøttu 1. Division - liðini beint aftanfyri Lyngby spæla um vikuskifti. Hesi eru millum annað Kolding (Meinhard Egilsson Olsen) og Hillerød (Adrian Rúnason Justinussen og Poul Kallsberg), sum bæði hava eitt stig færri.

Harvið ein góð byrjan hjá Dan Brimsvík og fyribils toyminum. Óvist er, hvussu leingi hendan samansetingin verður. Lyngby spælir aftur sunnudagin 21. september, tá HB Køge vitjar, áðrenn FCK vitjar til steypadyst tríggjar dagar seinni.

Martin Agnarsson og Aarhus Fremad vitja B93 í kvøld í 9. umfari í næstbestu donsku deildini. Dysturin verður spældur á Sundby Idrætspark vegna umvælingar á Østerbro Stadion.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder