
Í summar byrjaði Dan Brimsvík aftur í Lyngby - eftir fýra og eitt hálvt ár í Føroyum. Hetta sum head of coaching.
Les meira um tað her: Dan Brimsvík hevur fingið spenanndi venjarastarv í Danmark
Nú tekur 38-ára gamli havnarmaðurin fyribils stigið upp.
Lyngby boðaði fyri lítlari løtu síðani frá, at Morten Karlsen er uppsagdur vegna "vantandi menning á besta liðnum".
Samstundis verður skrivað, at Dan Brimsvík frá sunnudegnum stendur á odda fyri besta liðnum, sum er í næstbestu deildini.
- Hjálparvenjararnir, Andreas Bjelland og Bertram Gylling, standa á odda fyri steypadystinum í Ledøje-Smørum.
- Tá spælararnir so møta aftur sunnudagin, verður tað við head of coaching, Dan Brimsvík, á odda. Dan verður fyribils høvuðsvenjari, við Bjelland og Gylling sum hjálparvenjarum, til ein føst loysn verður funnin, skrivar Lyndby Boldklub.
Hendan tilgongdin er í gongd, staðfestir Lyndby: Man hevur hugt eftir ymiskum møguleikum og sigur seg "vita hvat man vil".
- Vit vóna at kunngerða ein nýggjan høvuðsvenjara til besta liðið skjótt, men vit eru eisini heilt tryggir við, at Dan og toymi kunnu loysa uppgávuna fyribils.
Í vaksnamannafótbólti hevur Dan Brimsvík verið venjari hjá barndómsfelagnum B36, í fýra og eitt hálvt ár, og hjá 07 Vestur, Hann hevur áður arbeitt í ungdómsdeilddini hjá júst Lyndby, umframt Hvidovre.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald