
Kringvarpið hevur í dag gjørt nakað óvanligt: Stovnurin hevur tikið eitt fitt petti av einari sending, sum liggur á netinum, burtur.
Talan er um teir fyrstu umleið tjúgu minuttirnar av vælumtóktu sendingini Fótbóltsprát. Seinasti parturin, sum varð sendur beinleiðis mánadagin 1. september, byrjaði við hvøssum atfinningum av Fótbóltssambandi Føroya í tveimum ymiskum málum.
Í redigeraðu útgávuni av Fótbóltsprátinum er brotið, har støðan við Atla Gregersen - kann hann spæla restina av kappingarárinum ella ikki - verður viðgjørd fyrst í sendingini. Hetta málið varð endaliga avgreitt seinni sama dagin, sambært Kringvarpinum.
Har finnast teir tríggir menninir í útvarpsstovuni at FSF fyri tilgongdina í málinum. Millum annað skýrdi Oddbjørn Joensen tilgongdina fyri at vera "skomm" og "ein stór joke". Atfinningar vóru sanniliga eisini í tí nú slettaða brotinum um starvssetanina av tekniska stjóranum
- Ein tilvildarligur dani
Jonas Nielsen hevur seinastu smáu trý árini stjórnað akademiinum við KÍ. Fríggjadagin 29. august varð hann kunngjørdur sum nýggjur tekniskur stjóri í FSF - sum avloysarin hjá Pæturi Smith Clementsen.
Sí eisini: Jonas Nielsen verður tekniskur stjóri í FSF
Hetta fór ikki mjúkt niðurum. Hansara persónur, hvat "man hevði hoyrt um hann" og atgerðir hjá FSF fingu ein umgang. Serliga vóru tað Oddbjørn Joensen og verturin Tróndur Vatnhamar, sum ikki løgdu fingarnar ímillum.
Millum annað varð nýggi tekniski stjórin skýrdur: - Ein tilvildarligur dani.
Aðrir persónar, sum høvdu søkt, vórðu nevndir við navnið, og spurnartekin vórðu av álvara sett við framsøkni og hugburð hjá FSF.
Jonas Nielsen fekk fitt av umrøðu í Fótbóltspráti seinast. Hetta hevur fingið fólk upp úr stólinum (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
Meta at farið varð um mark
Um farið nú verður inn á sendingina undir "Ljóð" á kvf.fo, sæst ein tekstur har, sum byrjar á hendan hátt.
- Sendingin er ein redigerað útgáva av upprunasendingini, ið varð send beinleiðis 01.09.
Í mun til hinar partarnar, ið eru umleið ein tíma til longdar, stendur tíðin nú at vera 38.45. Sambært Kringvarpinum er orsøkin, at farið varð út um mark, tá Jonas Nielsen kom á vágskálina:
- Sendingin viðgjørdi nýsetta tekniska leiðaran í FSF, og vertur og viðmerkjarar meta um hansara persón og persónligu eginleikar. Fjølmiðlaetisku leiðreglurnar avmarka slíka persónliga viðgerð. Mett varð eftirfylgjandi, at farið var út um mark, og tískil er tann parturin kliptur úr sendingini, skrivar kvf.fo í dag.
Millum manna hevur verið borið fram, at viðgerðin kanska fór heldur langt, og sum skilst hevur FSF eisini av álvara tala at yvirfyri Kringvarpinum.
Nú verður tosað um "fjølmiðlaetisku leiðreglurnar":
- Í sendingini varð ikki tosað við viðgjørda persónin ella leiðsluna fyri felagsskapin, har hann starvast. Sendingin livir sostatt ikki upp til kravið í fjølmiðlaetisku leiðreglunum og okkara journalistisku stevnu, sum áleggur okkum at hoyra allar partar.
Helst fær hetta málið ikki fleiri avleiðingar. Fótbóltsprát var ikki á skránni síðsta mánadag (8. september), men tað var sum skilst av heilt øðrum ávum. So er spurningurin, hvat hetta fordømi fær at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald